Fróðskaparrit - 01.01.2001, Qupperneq 6
10
»HVØR SUM í MÍNIFÓTSPOR STÍGUR, LÆRIKKI ALLAN STUND!«
kavi, at her er ein burturflutt genta, og
hendingarnar vísa so seinni, at uppgávan í
søguni alla tíðina hevur verið at bjarga
henni frá risanum.
Eitt dømi av fleiri um eitt føroyskt ævin-
týr, har raðfylgjan hjá Propp viðvíkjandi
hesum funktiónunum ikki er fylgd, er Trøll-
ið hjá Pápaleysa (Jakobsen, 1898-1901 s.
238ff.). Hetta er eitt ævintýr um tríggjar
brøður, ið búgva saman. Teir koma í takholt
við ein risa, ið ger teimum ónáðir, har teir
húsast. Teir fáa bilbukt við hann, so hann
rýmir og hvørvur undir ein stein. Undir
steininum finna brøðurnir eitt hol í jørðini,
sum hin yngsti sígur niður í. Har niðri finn-
ur hann eina gentu, ið er fangi hjá risanum.
Og nústaðni verður greitt frá, at her er ein
burturflutt kongsdóttir. Restin av ævintýr-
inum er so um, hvussu yngsti bróðirin
bjargar henni.
Trøllið hjá Pápaleysa er vælkent ævintýr
við somu høvuðsgongd sum søgan um
Gongu Rólv. Tað hevur nummar 301 A í al-
tjóða týpuskránni hjá Aarne-Thompson (sí
Nyman, 1984 s. 323), og Gongu Rólvs
kvæði kundi væl verið tikið upp í hesa skrá
við sama nummari sum Trøllið hjá Pápa-
leysa, um endin á kvæðnum hevði verið
meira líkur einum ævintýrenda.
Gevari - Donor (funktión 12,13 og 14)
Tað vísir seg í øllum gandaævintýrum, at
høvuðspersónurin, hetjan, er ikki før fyri at
útinna heimangerð sína uttan hjálp. Hon
skal onkursvegna fáast á vegnum. Høvuðs-
persónurin hittir onkran ella okkurt, og so
fer ein leikur fram, ið endar við, at hann
verður førur fyri at gera tað, hann skal.
Hann hevur fingið ta vantandi hjálpina.
Her byrjar gandaparturin av ævintýrin-
um. Høvuðspersónurin fær eina uppgávu
ella avbjóðing av onkrum slagi, ið krevur
rætt andsvar. Hetta er ein roynd, ið skal av-
gera, um hetjan er tann rætta. Verður and-
svarið ikki rætt, er greitt, at sanna hetjan er
ikki komin enn, og tann, ið ikki gevur rætt
andsvar, fær heldur ikki lønina, ið er neyð-
ug at greiða heimangerðina.
Propp lýsir hesar funktiónir soleiðis:
f 12. Fyrsta donorfunktión. Hetjan verður
roynd, útspurd, álopin ella annað,
sum fyrireiking til at hon fær ein
gandalut ella hjálpara.
f 13. Hetjan gevur andsvar til royndina.
f 14. Hetjan fær ein gandalut ella aðra
hjálp til uppgávu sína.
Tann ella tað, hann fær hjálpina frá, kallast
í ensku týðingunum av verkið Propps
donor, ið merkir gevari, og kann vera hvat
sum helst: fólk, trøll. risi ella stundum
einki, tí hetjan finnur sjálv fram til hjálpina.
Og hjálpin kann eisini vera alt ella einki.
Ofta onkur lutur ella amboð við ganda-
megi: eitt plagg, ið ger tann ósjónligan,
sum fer í tað, ein hestur ella eitt skip, ið
kemur fram líka væl eftir sjógvi sum landi
og í luftini, ein floyta, ið ger okkurt við tey,
sum hoyra hana, eini góð ráð bara ella okk-
urt at vita, ið skal brúkast á røttum stað og í
rættari løtu. Hjálpin kann eisini vera fólk
ella dýr, men stundum bert gávur, ið hetjan
sum hin serliga útvaldi, hevur fram um
onnur fólk. Hetta seinasta krevur, at hann
kemur í eina støðu, har evnini hjá vanligum
fólki ikki røkka til at sleppa burtur úr henni
aftur.