Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 11

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 11
HEROISM AND INCESTIN THE BALLAD OF GONGU ROLVUR 15 intýr um Gongu Rólv. Hugtakið vísir til tað fyribrigdi í ævintýrum, at mótstríðandi eg- inleikar hjá fólki í veruleikanum eru lýstir við fleiri persónum í ævintýrunum. Hetta er »Dr. Jekyll and Mr. Hyde« fyribrigdið, kent úr skaldsøguni hjá R. L. Stevenson, har hin góði Dr. Jekyll bæði sálarliga og kropsliga tíðum skiftir ham og gerst hin óndi Mr. Hyde. Lættasta dømi at nevna úr ævintýr- unum er viðgerðin av hugtakinum móður- kærleika í mótsetningi til persónin móður sum menniskja. Sum hugtak er móðurkær- leiki altíð ævinliga góður, men tað fólkið, ið er móðir, er fólk, sum øll onnur. At móð- urkærleiki hennara hevur ein enda, tí hon er eitt fólk, er í andsøgn við uppfatanina av móðurkærleikanum sum hugtak. I ævintýr- um verður kensluliga ov trupult at leggja neiligar eginleikar afturat tí reina móður- kærleikanum hjá einum og sama persóni, og andsøgnin verður loyst við tveimum persónum: tí góðu móðurini og tí óndu stjúkmóðurini. Episkt í søguni er talan um tveir persónar, tolkingarliga um sama per- són. Soleiðis kunna mong ævintýr um hina óndu stjúkmóðurina tolkast. (Sí Kráku- dóttir og Kalsdóttir JJ nr.4, AT nr. 956B). I Gongu Rólvs kvæði em hesir týðandi persónar: bróðirin og systirin, Rólvur og Hilda, pápi teirra Máur á Mýri og so risin Rosmar. Høvuðspersónur okkara er Rólvur og andstøðingurin Rosmar. Rólvur fær hjálp frá systrini at basa Rosmari, ið hevur hana hjá sær í hellinum, har tey liva sum maður og kona. Fyri at skilja ta duldu mein- ingina í ævintýrinum, mugu vit spyrja, hvør hesin risin er. Eftir ástøðinum hjá Holbek: Hvønn í veruleikans verð umboðar Rosmar í tí fiktivu ævintýraverðini. Hann er eitt symbol, t.e. hann umboðar okkurt ella held- ur onkran, er tann neiliga síðan av onkrum fólki í veruleikans verð, og hevur sjálvsagt sum øll onnur fólk, eisini onkrar jaligar síð- ur. Eg beri ikki gátur upp fyri mínum lesar- um, so eg gevi svarið beinanvegin: risin Rosmar og pápin Máur á Mýri eru sami persónur. Koturnar í skaldskaparslagnum geva frásøgufólkinum høvi til uttan aftur- hald at lýsa báðar síður pápans. Hetta ber til í eini fiktivari søgu, men illa, um sagt varð frá slíkum skyldskaparligum viðurskiftum á realistiskan hátt. Pápar kunna vera óndir, gaman í, men tað sum hesin ger, er meira enn »vanligur óndskapur«. Tí verður hann lýstur metaforiskt og symbolskt við tveim- um persónum. Og hvat ger hann? Tað kann tolkast í tveimum stigum. Fyrsta og beinleiðis stig er, at hann sendir sín heilt unga son, so ung- an, at teir leiðast, umborð á eitt púra fremmant skip á veg í sigling á lítið kend- um leiðum, og livir einsamallur við dóttur síni, sum hann steingir inni og avbyrgir fyri umheiminum. Tað er lítið at ivast í, at hann eisini ger seg inn á hana seksueit. Tað skilst, haldi eg, av orðingunum í kvæðin- um. Tá Rólvur kemur í hellið, fær hann fat- an av, at eina risakona situr inni. 011 frá- brigdini hava somu orðing: A 47: Rólvur gekk í skálan inn, sum stór sat kona við eld (B 40, C 58, D 44, E 48, F 59) Støddin á konuni vísir, at Rólvur heldur hana vera risakonu og risans konu, og at frásøgnin við hesi orðing vil sipa til eitt seksuelt samband við risan. Tað kemur enn skilligari fram í samrøðuni millum systkini.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.