Fróðskaparrit - 01.01.2001, Síða 11
HEROISM AND INCESTIN THE BALLAD OF GONGU ROLVUR
15
intýr um Gongu Rólv. Hugtakið vísir til tað
fyribrigdi í ævintýrum, at mótstríðandi eg-
inleikar hjá fólki í veruleikanum eru lýstir
við fleiri persónum í ævintýrunum. Hetta er
»Dr. Jekyll and Mr. Hyde« fyribrigdið, kent
úr skaldsøguni hjá R. L. Stevenson, har hin
góði Dr. Jekyll bæði sálarliga og kropsliga
tíðum skiftir ham og gerst hin óndi Mr.
Hyde. Lættasta dømi at nevna úr ævintýr-
unum er viðgerðin av hugtakinum móður-
kærleika í mótsetningi til persónin móður
sum menniskja. Sum hugtak er móðurkær-
leiki altíð ævinliga góður, men tað fólkið,
ið er móðir, er fólk, sum øll onnur. At móð-
urkærleiki hennara hevur ein enda, tí hon er
eitt fólk, er í andsøgn við uppfatanina av
móðurkærleikanum sum hugtak. I ævintýr-
um verður kensluliga ov trupult at leggja
neiligar eginleikar afturat tí reina móður-
kærleikanum hjá einum og sama persóni,
og andsøgnin verður loyst við tveimum
persónum: tí góðu móðurini og tí óndu
stjúkmóðurini. Episkt í søguni er talan um
tveir persónar, tolkingarliga um sama per-
són. Soleiðis kunna mong ævintýr um hina
óndu stjúkmóðurina tolkast. (Sí Kráku-
dóttir og Kalsdóttir JJ nr.4, AT nr. 956B).
I Gongu Rólvs kvæði em hesir týðandi
persónar: bróðirin og systirin, Rólvur og
Hilda, pápi teirra Máur á Mýri og so risin
Rosmar. Høvuðspersónur okkara er Rólvur
og andstøðingurin Rosmar. Rólvur fær
hjálp frá systrini at basa Rosmari, ið hevur
hana hjá sær í hellinum, har tey liva sum
maður og kona. Fyri at skilja ta duldu mein-
ingina í ævintýrinum, mugu vit spyrja, hvør
hesin risin er. Eftir ástøðinum hjá Holbek:
Hvønn í veruleikans verð umboðar Rosmar
í tí fiktivu ævintýraverðini. Hann er eitt
symbol, t.e. hann umboðar okkurt ella held-
ur onkran, er tann neiliga síðan av onkrum
fólki í veruleikans verð, og hevur sjálvsagt
sum øll onnur fólk, eisini onkrar jaligar síð-
ur. Eg beri ikki gátur upp fyri mínum lesar-
um, so eg gevi svarið beinanvegin: risin
Rosmar og pápin Máur á Mýri eru sami
persónur. Koturnar í skaldskaparslagnum
geva frásøgufólkinum høvi til uttan aftur-
hald at lýsa báðar síður pápans. Hetta ber til
í eini fiktivari søgu, men illa, um sagt varð
frá slíkum skyldskaparligum viðurskiftum
á realistiskan hátt. Pápar kunna vera óndir,
gaman í, men tað sum hesin ger, er meira
enn »vanligur óndskapur«. Tí verður hann
lýstur metaforiskt og symbolskt við tveim-
um persónum.
Og hvat ger hann? Tað kann tolkast í
tveimum stigum. Fyrsta og beinleiðis stig
er, at hann sendir sín heilt unga son, so ung-
an, at teir leiðast, umborð á eitt púra
fremmant skip á veg í sigling á lítið kend-
um leiðum, og livir einsamallur við dóttur
síni, sum hann steingir inni og avbyrgir fyri
umheiminum. Tað er lítið at ivast í, at hann
eisini ger seg inn á hana seksueit. Tað
skilst, haldi eg, av orðingunum í kvæðin-
um. Tá Rólvur kemur í hellið, fær hann fat-
an av, at eina risakona situr inni. 011 frá-
brigdini hava somu orðing:
A 47: Rólvur gekk í skálan inn,
sum stór sat kona við eld
(B 40, C 58, D 44, E 48, F 59)
Støddin á konuni vísir, at Rólvur heldur
hana vera risakonu og risans konu, og at
frásøgnin við hesi orðing vil sipa til eitt
seksuelt samband við risan. Tað kemur enn
skilligari fram í samrøðuni millum systkini.