Búreisingur - 15.03.1902, Side 2

Búreisingur - 15.03.1902, Side 2
38 Skúlaskapur í føroyum. ein vita, hvat lærdómurin var, kann ein hyggja at bókunum, ið nýttust: Chr. Fers hevði upp við sær til skúlans hesar bøkur: >Donat« og »Aurora« (tvær latínskar lærubøkur), katekismus á latinskum og donskum máli og eina latínska orðalæru (gram- matik). Ein vánaligur andligur kostur og litið gagngóður í Føroyum. Hin fyrsti rektor við skúlan var Gregers Kristoffer Mðller 1722—1725; hann var svágur við prestin, sjálvur prestasonur úr Norðstreymoy og hevði stúderað í Keypmannahavn. Hann var áður giftur og búsettur í Havn og hevði hjálpt svágri sinum í prestagerð hans. Skúlin kom lítið áleiðis á hansara dogum. Aftaná hann kom Jens Chr. Fers 1725—1732, sonur áðurnevnđa Havnar- prests og lærara Chr. Fers. Hann hevði orð fyri at vera lærdur og vitugur maður og sýntist at vera nærlagdur í skúlaarbeiði- num. Hann royndi at fáa bøndurnar til at lata synir sínar ganga i skúlan; men hugurin til hetta var ikki stórur hjá bondunum, og lærusveinarnir vóru ógvuliga fáir í tali, serliga nú táið studningur var eingin at fáa. Hesir báðir rektorar áttu sjálvir hús i Havn og búðu so ikki i skúlanum, men lótu deknin, ið jú helt danskan almenniskúla, lesa í aðrari stovuni. So kom Morten Mortensen Færø, ið rektor var 1733— 1743; hann var bondskur og óskoytin maður, men segðist at vera evnaríkur og væl lærdur, og i fyrstuni fór skúlin eisini eitt sindur framm; eisini kom nú nakar studningur til skúlans frá Danmðrk; men skúlahúsini vóru ógviliga ring. Mortan var fátækur maður og búði í skúlanum, so deknurin mátti lesa heima hjá sær sjálvum, og Mortan vildi heldur einki til at lata deknin fáa sina løn. Seinri fór hann at đrekka, kom uppá kant við fútan — teir klandraðust um lønina og Mortan kallaði fútan tjóv — og í heila tikið livdi hann so óreiðiliga, at hann at enda- num við próstarættsdómi varð settur frá embætinum. Hann fór til Noregs og doyði seinri í tugthúsi i Kristiania. Aftaná hann innsetti Hersleb biskupur Peder Debes til rektors 1743—1751. Hann hevði orð fyri at vera heldur kunn- skapslitil og lítið formáandi maður; skúlin var neyðarsligur,. 4—6 næmingar vóru alt. A hansara dðgum vórðu nýggj skúla- hús gjord við góðum sethúsum til rektors. Hann fekk tær 50 gl. aftur, sum fyrr Havnarprestur hevði haft av løninni, táið presturin doyði; tí hin nýggi presturin, sum søkti kallið, frá- segði sær tær. So kom Gregers Mðller, sonur áðurnevnda

x

Búreisingur

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.