Búreisingur - 15.03.1902, Síða 2
38
Skúlaskapur í føroyum.
ein vita, hvat lærdómurin var, kann ein hyggja at bókunum,
ið nýttust: Chr. Fers hevði upp við sær til skúlans hesar bøkur:
>Donat« og »Aurora« (tvær latínskar lærubøkur), katekismus
á latinskum og donskum máli og eina latínska orðalæru (gram-
matik). Ein vánaligur andligur kostur og litið gagngóður í
Føroyum.
Hin fyrsti rektor við skúlan var Gregers Kristoffer Mðller
1722—1725; hann var svágur við prestin, sjálvur prestasonur úr
Norðstreymoy og hevði stúderað í Keypmannahavn. Hann var
áður giftur og búsettur í Havn og hevði hjálpt svágri sinum í
prestagerð hans. Skúlin kom lítið áleiðis á hansara dogum. Aftaná
hann kom Jens Chr. Fers 1725—1732, sonur áðurnevnđa Havnar-
prests og lærara Chr. Fers. Hann hevði orð fyri at vera lærdur
og vitugur maður og sýntist at vera nærlagdur í skúlaarbeiði-
num. Hann royndi at fáa bøndurnar til at lata synir sínar
ganga i skúlan; men hugurin til hetta var ikki stórur hjá
bondunum, og lærusveinarnir vóru ógvuliga fáir í tali, serliga
nú táið studningur var eingin at fáa. Hesir báðir rektorar áttu
sjálvir hús i Havn og búðu so ikki i skúlanum, men lótu deknin,
ið jú helt danskan almenniskúla, lesa í aðrari stovuni.
So kom Morten Mortensen Færø, ið rektor var 1733—
1743; hann var bondskur og óskoytin maður, men segðist at
vera evnaríkur og væl lærdur, og i fyrstuni fór skúlin eisini eitt
sindur framm; eisini kom nú nakar studningur til skúlans frá
Danmðrk; men skúlahúsini vóru ógviliga ring. Mortan var
fátækur maður og búði í skúlanum, so deknurin mátti lesa
heima hjá sær sjálvum, og Mortan vildi heldur einki til at lata
deknin fáa sina løn. Seinri fór hann at đrekka, kom uppá kant
við fútan — teir klandraðust um lønina og Mortan kallaði fútan
tjóv — og í heila tikið livdi hann so óreiðiliga, at hann at enda-
num við próstarættsdómi varð settur frá embætinum. Hann fór
til Noregs og doyði seinri í tugthúsi i Kristiania.
Aftaná hann innsetti Hersleb biskupur Peder Debes til
rektors 1743—1751. Hann hevði orð fyri at vera heldur kunn-
skapslitil og lítið formáandi maður; skúlin var neyðarsligur,.
4—6 næmingar vóru alt. A hansara dðgum vórðu nýggj skúla-
hús gjord við góðum sethúsum til rektors. Hann fekk tær 50
gl. aftur, sum fyrr Havnarprestur hevði haft av løninni, táið
presturin doyði; tí hin nýggi presturin, sum søkti kallið, frá-
segði sær tær. So kom Gregers Mðller, sonur áðurnevnda