Búreisingur - 15.03.1902, Qupperneq 5
Skúlaskapur í Føroyum.
41
geva sær frágreiðing um, i hvorjum bygdum skúlar best kundu
grundast, hvðrjir ið vóru best egnaðir til skúlahaldarar o. s. fr.
Einasta frásogn, vit hava um hetta málið, er — nóg so merki-
ligt — úr Sandoy. Sandoyarprestur setir framm at fáa em
skúlalærara fyri Sandsbygd, Skúoy og Dímun og ein fyri Húsa-
vik, Skálavík, I)al og Skarvanes. Lærararnir skuldu ganga uppá
umgang og fáa glasstovurnar hjá bónđunum at lesa i. 1738
skuldi Pontoppidans lærubók innførast, og árið eftir skuldi
skúlalógin fyri Noreg kungerast sum galdandi fyri Føroyar.
Men 17 41 tekur Hersleb bispur alt umgangskúlavesin av, tí tað
fruktaði so lítið vegna fátækdóm, ring líkindi landsins og ill-
vilja; men hann ræður prestunum til at lesa við bornunum og
býður teim ikki at lata nakran ganga til, utan hann dugir at
lesa danskt. Seinri, 1745, royndi hann uppaftur at fáa í hvort
fall ein skúla í hvðrjum prestagjaldi í lag og ræður til at taka
pening frá kirkjunum til hetta málið.
1797 vóru allir prestar samsintir í, at skuldi nakar skúli
endiliga stovnast, so var tað best at grunda ein góðan danskan
skúla í Havn, hvar eisini bygdabðm kundu ganga í skúla og
hvaðan lærarar kundu koma út á bygdir, um tðrvur skuldi vera
til tess; men at tað allrabesta var. at foreldrini hildu framm við,
enn sum áður, sjálv at læra bðrn sini; tí hetta hildu teir var
góður máti, og soleiðis nýttust eingir skúlahaldarar. Somu
meining hevur presturin Begtrup í uppskoti sínum 1803; tó
ræður hann til at gera nakað av tí mikla peningi (3884 riksdálar),
kirkjurnar áttu standandi i handlinum, gagnligt fyri skúlaskap.
Sum eitt margháttligt uppskot kann nevnast eitt í hesum sama
ári av Norðstreymoyarpresti; hann vil hava skúla í hvðrjari
sókn og skúlalærararnir skulu fáa í løn: »frí hús og frítt brenni,
eina kúgv við fóðri, ein seyð av hvðrjum tólv merkum í sóknini,
ein fisk av hvðrjum báts- ella mannsparti, 2 merkur i ull frá
hvðrjum barni (tey ríku skuldu lata fyri tey fátæku), eina tunnu
av byggi árliga og ein hval«. Men prósturin helt, at henda
lønin var heldur løgin og óviss. —
Sum ein sær, hava uppskotini til skipan fyri skúlaskapi
bæði í Havn og úti á bygd verið rættuliga nógv, men fruktirnar
vóru ikki hareftir, einki spurdist burtur úr.
Grundirnar til hetta vóru, haldi eg:
1) at fólkið, ið skúlarnar skuldi hava, ongatið varð spurt