Búreisingur - 15.03.1902, Síða 5

Búreisingur - 15.03.1902, Síða 5
Skúlaskapur í Føroyum. 41 geva sær frágreiðing um, i hvorjum bygdum skúlar best kundu grundast, hvðrjir ið vóru best egnaðir til skúlahaldarar o. s. fr. Einasta frásogn, vit hava um hetta málið, er — nóg so merki- ligt — úr Sandoy. Sandoyarprestur setir framm at fáa em skúlalærara fyri Sandsbygd, Skúoy og Dímun og ein fyri Húsa- vik, Skálavík, I)al og Skarvanes. Lærararnir skuldu ganga uppá umgang og fáa glasstovurnar hjá bónđunum at lesa i. 1738 skuldi Pontoppidans lærubók innførast, og árið eftir skuldi skúlalógin fyri Noreg kungerast sum galdandi fyri Føroyar. Men 17 41 tekur Hersleb bispur alt umgangskúlavesin av, tí tað fruktaði so lítið vegna fátækdóm, ring líkindi landsins og ill- vilja; men hann ræður prestunum til at lesa við bornunum og býður teim ikki at lata nakran ganga til, utan hann dugir at lesa danskt. Seinri, 1745, royndi hann uppaftur at fáa í hvort fall ein skúla í hvðrjum prestagjaldi í lag og ræður til at taka pening frá kirkjunum til hetta málið. 1797 vóru allir prestar samsintir í, at skuldi nakar skúli endiliga stovnast, so var tað best at grunda ein góðan danskan skúla í Havn, hvar eisini bygdabðm kundu ganga í skúla og hvaðan lærarar kundu koma út á bygdir, um tðrvur skuldi vera til tess; men at tað allrabesta var. at foreldrini hildu framm við, enn sum áður, sjálv at læra bðrn sini; tí hetta hildu teir var góður máti, og soleiðis nýttust eingir skúlahaldarar. Somu meining hevur presturin Begtrup í uppskoti sínum 1803; tó ræður hann til at gera nakað av tí mikla peningi (3884 riksdálar), kirkjurnar áttu standandi i handlinum, gagnligt fyri skúlaskap. Sum eitt margháttligt uppskot kann nevnast eitt í hesum sama ári av Norðstreymoyarpresti; hann vil hava skúla í hvðrjari sókn og skúlalærararnir skulu fáa í løn: »frí hús og frítt brenni, eina kúgv við fóðri, ein seyð av hvðrjum tólv merkum í sóknini, ein fisk av hvðrjum báts- ella mannsparti, 2 merkur i ull frá hvðrjum barni (tey ríku skuldu lata fyri tey fátæku), eina tunnu av byggi árliga og ein hval«. Men prósturin helt, at henda lønin var heldur løgin og óviss. — Sum ein sær, hava uppskotini til skipan fyri skúlaskapi bæði í Havn og úti á bygd verið rættuliga nógv, men fruktirnar vóru ikki hareftir, einki spurdist burtur úr. Grundirnar til hetta vóru, haldi eg: 1) at fólkið, ið skúlarnar skuldi hava, ongatið varð spurt

x

Búreisingur

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.