Búreisingur - 15.03.1902, Síða 20

Búreisingur - 15.03.1902, Síða 20
56 Sogan um eina mammu Men tann neyðars mamman rann út av húsunum og rópti á barn sítt. Har utan fyri, i kavanum, sat ein kona í síðum, svortum klæðum, og hon segði: »Deyðin hevur verið inni i stovuni hjá tær og vitjað teg; eg sá, hann skunđaði sær avstað við tinum litla barni; hann er snarari enn blásturin og ber aldri aftur tað, hann tók«. »Nevn mær bert leið hansara!" bað mamman. »Nevn mær leiðina, og eg skai finna hann«. »Eg veit hana«, segði konan i svðrtu klæðunum; »men áðrenn eg nevni hana, mást tú syngja fyri mær allar tær vísur, tú hevur sungið fyri barni tínum. Eg havi hoyrt tær fyrr og mær dámar tær væl: eg eri náttin; eg sá tárini, ið íiutu, meðan tú sang«. »Allar samlar vil eg syngja fyri tær, allar samlar*, segði mamman; »men stedga mær ikki, at eg kann fáa fatur á deyðan og finna barn mítt«. Men náttin sat tigandi og kvir. Og mamman sló hen- durnar saman í stórum hjálploysi, sang og græt, og mangar vóru visurnar, enn fleiri tárini; so segði náttin: »Far eftir høgri hond inn i tann stóra grannskógvin. Tann vegin fór deyðin við tínum lítla barni«. Langt inni í skónum gingu leiðirnar hvðr yvir aðra og nú kendi hon ikki ta røttu longur. Tá stó har ein vðxtur við tornum; teir bóru hvðrki blað edla blómu; tað var jú um tað kðldu vetrartið og glerpípur hingu úr greinum teirra. »Hava tit ikki sætt deyðan farið her framm fyri við minum lítla barni?« »Jú«, svaraði notatyssi. »Men vit siga tær ikki, hvðnn veg hann fór, utan tú fyrst vermir okkum inni við hjarta títt. Vit frysta í hel; vit verða tað bara gler«. Og mamman legði notirnar at barmi sínum, so innarliga fyri at fjálga tær sera væl og tornirnir stungu í kjðt hennara og blóðið rann í stórum dropum; menn á tær naknu notir settist í ti kðldu kavanátt av nýggjum grøn blðð og blómur; so fjálgt er tað nær hjartanum hjá einari sorgarbundnari mammu; og notirnar vístu henni ta leið, hon skuldi fylgja. Tá kom hon til eitt stórt vatn, hvar hvðrki var skip ella bátur. Ikki lá isurin so tjúkkur, at hann kundi bera hana, ei heldur var vatnið so flótandi og so grunt, at hon kundi vaða

x

Búreisingur

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.