Búreisingur - 15.03.1902, Qupperneq 20
56
Sogan um eina mammu
Men tann neyðars mamman rann út av húsunum og rópti
á barn sítt.
Har utan fyri, i kavanum, sat ein kona í síðum, svortum
klæðum, og hon segði: »Deyðin hevur verið inni i stovuni hjá
tær og vitjað teg; eg sá, hann skunđaði sær avstað við tinum
litla barni; hann er snarari enn blásturin og ber aldri aftur
tað, hann tók«.
»Nevn mær bert leið hansara!" bað mamman. »Nevn
mær leiðina, og eg skai finna hann«.
»Eg veit hana«, segði konan i svðrtu klæðunum; »men
áðrenn eg nevni hana, mást tú syngja fyri mær allar tær vísur,
tú hevur sungið fyri barni tínum. Eg havi hoyrt tær fyrr og
mær dámar tær væl: eg eri náttin; eg sá tárini, ið íiutu, meðan
tú sang«.
»Allar samlar vil eg syngja fyri tær, allar samlar*, segði
mamman; »men stedga mær ikki, at eg kann fáa fatur á deyðan
og finna barn mítt«.
Men náttin sat tigandi og kvir. Og mamman sló hen-
durnar saman í stórum hjálploysi, sang og græt, og mangar vóru
visurnar, enn fleiri tárini; so segði náttin: »Far eftir høgri
hond inn i tann stóra grannskógvin. Tann vegin fór deyðin
við tínum lítla barni«.
Langt inni í skónum gingu leiðirnar hvðr yvir aðra og
nú kendi hon ikki ta røttu longur. Tá stó har ein vðxtur við
tornum; teir bóru hvðrki blað edla blómu; tað var jú um tað
kðldu vetrartið og glerpípur hingu úr greinum teirra.
»Hava tit ikki sætt deyðan farið her framm fyri við
minum lítla barni?«
»Jú«, svaraði notatyssi. »Men vit siga tær ikki, hvðnn
veg hann fór, utan tú fyrst vermir okkum inni við hjarta títt.
Vit frysta í hel; vit verða tað bara gler«.
Og mamman legði notirnar at barmi sínum, so innarliga
fyri at fjálga tær sera væl og tornirnir stungu í kjðt hennara
og blóðið rann í stórum dropum; menn á tær naknu notir
settist í ti kðldu kavanátt av nýggjum grøn blðð og blómur;
so fjálgt er tað nær hjartanum hjá einari sorgarbundnari mammu;
og notirnar vístu henni ta leið, hon skuldi fylgja.
Tá kom hon til eitt stórt vatn, hvar hvðrki var skip ella
bátur. Ikki lá isurin so tjúkkur, at hann kundi bera hana, ei
heldur var vatnið so flótandi og so grunt, at hon kundi vaða