Búreisingur - 15.03.1902, Page 26

Búreisingur - 15.03.1902, Page 26
62 Útheimurin. so er orðið brúkað í ógviliga grefligum og stórtskornum týdningi. Ein lítil hylling á liovuðspursmálunum nú á dðgum kann tó kanska vinnast. Menn skilja ímillum natúrfólk og kultúrfólk. Natúrfólk rópast tey, ið liva í villum natúrstandi; føðina vinna tey antin av teim fruktum, ið jðrðin, ódyrkað, av sær sjálvari gevur teim í hond (í teim heitu londunum serliga) ella av teim djórum, tey veiða við vápnum av steini ella beini; húsdýr hava tey eingi (tó kanska hund), kenna ikki til at dyrka jðrðina, enn rninni at skriva og lesa; tey ganga nakin ella klædd í skinnum av teim djórum, tey drepa. Um hesi »natúrfólkini«, sum enn finnast á stððum bæði í Asialandi, Amerika, Afrika og Avstrálialandi, sigst ti. at tey eiga onga kultúr. »Kultúrfólk« harafturímóti rópast tey, ið hava lært at dyrka jðrðina, at brúka húsdýr, at smiða (í jarni og ððrum), at draga sær gagn av ðllum, sum natúrin bjóðar teim og sum tey sjálvi vinna av henni, at byggja býir, at skriva og lesa. Um hesi sigst, at tey eiga kultúr ella liva í kultúrstandi. Sðgan, mannasðgan, kemur ikki upp, fyrr enn kultúrin er komin nakað áleiðis. Natúrfólkini eiga onga sðgu, hava heldur einki at siga frá: tað tankalívið, sum er i dag, tað var fyri 100 árum síðan og verður um 100 ár hereftir í sama lagi hjá teimum; tey duga heldur ikki at siga frá, av tí tey ikki hava lært at skriva, tað størsta, menniskjan nakratíð hevur lært av slíkum. 011 tey elstu kultúrfólkini búðu í heitum og fruktbarum londum, hvar hin blíða natúrin hevði gott í boði og var lættast hjá monnum at arbeiða í. Hagar mugu vit tí fara fyri at finna hina elstu mannasðguna. Yit finna so, longu 5—6000 ár innan Kristur verður føddur, niðri í Egyptalandi eitt stórt og rikt kultúrfólk. Egyptamenn hðvdu lært seg at skriva og vóru teir fyrstu, ið hðvdu pappír; teir hðvdu útroknað, at tað vóru 365‘/4 dagar í einum ári, og teir vóru ógviliga kønir í at smíða og byggja og veva. Tá vóru teir oddamenn í ðllum heiminum, men 500 ár innan Kristi føðing vórðu teir kúgaðir av ððrum, og gekk síðan alt meiri til afturs hjá teim. I Bábýlon yvir í Asialandi búði eitt annað gamalt kultúrfólk. Bábýlonsmenn hðvdu eisini lært seg at skriva, og teir vóru ógviliga kønir smiðir, mest í leiri; og teir bygdu alstórar býir, men serliga vóru teir frálíka stjðrnukønir. Eisini teir vórðu seinri, um 500 ár

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.