Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 26
62
Útheimurin.
so er orðið brúkað í ógviliga grefligum og stórtskornum týdningi.
Ein lítil hylling á liovuðspursmálunum nú á dðgum kann tó
kanska vinnast.
Menn skilja ímillum natúrfólk og kultúrfólk. Natúrfólk
rópast tey, ið liva í villum natúrstandi; føðina vinna tey antin
av teim fruktum, ið jðrðin, ódyrkað, av sær sjálvari gevur teim
í hond (í teim heitu londunum serliga) ella av teim djórum, tey
veiða við vápnum av steini ella beini; húsdýr hava tey eingi
(tó kanska hund), kenna ikki til at dyrka jðrðina, enn rninni at
skriva og lesa; tey ganga nakin ella klædd í skinnum av teim
djórum, tey drepa. Um hesi »natúrfólkini«, sum enn finnast á
stððum bæði í Asialandi, Amerika, Afrika og Avstrálialandi, sigst
ti. at tey eiga onga kultúr. »Kultúrfólk« harafturímóti
rópast tey, ið hava lært at dyrka jðrðina, at brúka húsdýr, at smiða
(í jarni og ððrum), at draga sær gagn av ðllum, sum natúrin
bjóðar teim og sum tey sjálvi vinna av henni, at byggja býir,
at skriva og lesa. Um hesi sigst, at tey eiga kultúr ella liva
í kultúrstandi.
Sðgan, mannasðgan, kemur ikki upp, fyrr enn kultúrin
er komin nakað áleiðis. Natúrfólkini eiga onga sðgu, hava
heldur einki at siga frá: tað tankalívið, sum er i dag, tað var
fyri 100 árum síðan og verður um 100 ár hereftir í sama lagi
hjá teimum; tey duga heldur ikki at siga frá, av tí tey ikki
hava lært at skriva, tað størsta, menniskjan nakratíð hevur lært
av slíkum.
011 tey elstu kultúrfólkini búðu í heitum og fruktbarum
londum, hvar hin blíða natúrin hevði gott í boði og var lættast
hjá monnum at arbeiða í. Hagar mugu vit tí fara fyri at finna
hina elstu mannasðguna. Yit finna so, longu 5—6000 ár innan
Kristur verður føddur, niðri í Egyptalandi eitt stórt og rikt
kultúrfólk. Egyptamenn hðvdu lært seg at skriva og vóru teir
fyrstu, ið hðvdu pappír; teir hðvdu útroknað, at tað vóru 365‘/4
dagar í einum ári, og teir vóru ógviliga kønir í at smíða og
byggja og veva. Tá vóru teir oddamenn í ðllum heiminum,
men 500 ár innan Kristi føðing vórðu teir kúgaðir av ððrum,
og gekk síðan alt meiri til afturs hjá teim. I Bábýlon yvir í
Asialandi búði eitt annað gamalt kultúrfólk. Bábýlonsmenn
hðvdu eisini lært seg at skriva, og teir vóru ógviliga kønir
smiðir, mest í leiri; og teir bygdu alstórar býir, men serliga
vóru teir frálíka stjðrnukønir. Eisini teir vórðu seinri, um 500 ár