Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 2
8
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
Vit síggja á talvuni, at sjúklingarnir, ið talan er um, av
sær sjálvum skipa seg í 2 bólkar: børnini undir 15 ár:
tils. 6 tilburðir hjá 4 børnum, og tilkomin ímillum 20 og
39 ár: 10 tilburðir hjá 9 sjúklingum, og løgið: av teimum
bert eitt konufólk. Afturat kemur so meira enn 60 ára
gamla konufólkið, ið seinni verður nevnt undir nr. 17.
Smittuhiti sæst at vera nógv tíðari ímillum 15 og 19 ár
enn á nøkrum øðrum aldri; men als eingin tilburður við
tuberklum í liði ella knotu varð funnin í hesum bólki.
Vit mugu í hesum sambandi ikki gloyma, at næstan ógjørligt
er at siga beint, nær ið sjúkan tók seg upp. Hon hevur
at kalla altíð verið í eina tíð, áðrenn gremjingar koma, og
enn longur, áðrenn sædd sjúkueyðkenni komu fram.
Talið 5 — sjúklingar við ryggjartuberklum — í næsta
aldursbólki (20—24 ár) er størsta talið, á talvuni er. Tað
liggur raðið at halda, at alrafyrsta nálin hjá knotutuberklum
spratt innan 20 ára aldur, og líkindi eru til, at so er. Tvey
teirra (nr. 4 og nr. 5 á 2. talvu) høvdu smittuhita stívliga
19 ára gomul og ryggjartuberklar ávikavist 7 og 9 mánaðir
seinni.
Tilsamans vóru so 14 sjúklingar við tuberklum í liðum
og knotum. 3 teirra (nr. 6, 8 og 13—14) doyðu. 3 (nr. 2,
6 og 9) høvdu umframt ryggjartuberklar eisini lungna=
tuberklar. Nr. 6 doyði, og var henda sjúkan deyðaatvold.
Hjá teim flestu kravdi sjúkan langa sjúkralegu, og ikki
fá vórðu illa avlamin. Tí verður her sagt nakað lítið um
hvønn einstakan sjúkling. Fyrstu vissu kendu sjúkumerkini
verða tikin sum byrjanin. Eru eingi tílík, byrja vit við teim
fyrstu sæddu sjúkumerkjunum. Teir 8 sjúklingarnir við
tuberklum í geislunum eru savnaðir á 2. talvu.
Tveir eru tilburðirnir við liðatuberklum: 1 barn og 1
tilkomin:
1. Barnið $ E. J. b. í h. 8/8 1919 varð kannað av høvundinum hin
30/11 1920. Avgerðin var tuberklar í vinstra knæ. Mamman segði, at
longu meðan dóttirin var 4 mánaðir gomul, hevði vinstra bein verið
klænri enn høgra. Gentan hevur tí ivaleyst verið smittað stutt eftir, at