Fróðskaparrit - 01.01.1960, Síða 2

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Síða 2
8 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi Vit síggja á talvuni, at sjúklingarnir, ið talan er um, av sær sjálvum skipa seg í 2 bólkar: børnini undir 15 ár: tils. 6 tilburðir hjá 4 børnum, og tilkomin ímillum 20 og 39 ár: 10 tilburðir hjá 9 sjúklingum, og løgið: av teimum bert eitt konufólk. Afturat kemur so meira enn 60 ára gamla konufólkið, ið seinni verður nevnt undir nr. 17. Smittuhiti sæst at vera nógv tíðari ímillum 15 og 19 ár enn á nøkrum øðrum aldri; men als eingin tilburður við tuberklum í liði ella knotu varð funnin í hesum bólki. Vit mugu í hesum sambandi ikki gloyma, at næstan ógjørligt er at siga beint, nær ið sjúkan tók seg upp. Hon hevur at kalla altíð verið í eina tíð, áðrenn gremjingar koma, og enn longur, áðrenn sædd sjúkueyðkenni komu fram. Talið 5 — sjúklingar við ryggjartuberklum — í næsta aldursbólki (20—24 ár) er størsta talið, á talvuni er. Tað liggur raðið at halda, at alrafyrsta nálin hjá knotutuberklum spratt innan 20 ára aldur, og líkindi eru til, at so er. Tvey teirra (nr. 4 og nr. 5 á 2. talvu) høvdu smittuhita stívliga 19 ára gomul og ryggjartuberklar ávikavist 7 og 9 mánaðir seinni. Tilsamans vóru so 14 sjúklingar við tuberklum í liðum og knotum. 3 teirra (nr. 6, 8 og 13—14) doyðu. 3 (nr. 2, 6 og 9) høvdu umframt ryggjartuberklar eisini lungna= tuberklar. Nr. 6 doyði, og var henda sjúkan deyðaatvold. Hjá teim flestu kravdi sjúkan langa sjúkralegu, og ikki fá vórðu illa avlamin. Tí verður her sagt nakað lítið um hvønn einstakan sjúkling. Fyrstu vissu kendu sjúkumerkini verða tikin sum byrjanin. Eru eingi tílík, byrja vit við teim fyrstu sæddu sjúkumerkjunum. Teir 8 sjúklingarnir við tuberklum í geislunum eru savnaðir á 2. talvu. Tveir eru tilburðirnir við liðatuberklum: 1 barn og 1 tilkomin: 1. Barnið $ E. J. b. í h. 8/8 1919 varð kannað av høvundinum hin 30/11 1920. Avgerðin var tuberklar í vinstra knæ. Mamman segði, at longu meðan dóttirin var 4 mánaðir gomul, hevði vinstra bein verið klænri enn høgra. Gentan hevur tí ivaleyst verið smittað stutt eftir, at
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.