Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 32
38 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
Á lungum hoyrdist einki sjúkligt. Hitin 1/6 var 38,6. Dagin eftir 36,6/
38,1. Síðan eingin hiti.
Stutt eftir 1/6 kom hostin, og hann helt á alt summarið, hóast hon
annars livdi væl. Hin 10. september legðist hon aðru ferð, og 26/9
vórðu tubbasteyrar funnir í spýttinuin. Lungnatuberklarnir, ið fyrst og
fremst vóru høgrumegin, versnaðu skjótt. Hin 30/10 kom somu megin
av sær sjálvum hol á lunga, sum kroystist sum ein bóltur inn ímóti
lungarótini (pneumothorax), og 13/11 1926 doyði hon.
Vit mugu halda, at tann sjúkan, ið tók seg upp 24/5
1926 var smittuhiti, og at nýrnabrunin, ið kom at kalla
um somu tíð var elvdur av tubbasteyraíeitri.
Kristenson9 hevur eina sjúkusøgu, ið líkist hesari nógv:
29 ára gl. sjúkrasystranæmingur, sum eftir at hava tænt 2
mánaðir á tuberklasjúkudeild, fekk knútarósin og nýrna*
bruna. Men henni gekst ikki sum gentuni í hesum tilfar*
inum, tí hon varð púra frísk aftur. Tillischv sá nýrnabruna
hjá 5 ára gl. dreingi við lungnatrota.
Bláæðrabruni. Millum teir mongu sjúklingar við tuberkla*
sjúkum, sum eru í hesum tilfari, eru tveir, ið saman við
ringari smittu stríddust við ógviliga løgnan bláæðrabruna.
Hann var eyðvitað ikki elvdur av tubbasteyrunum, men
eftir øllum líkindum av eitri teirra. Sjúkusøgurnar verða
tí sagdar her. Oman fyri er fleiri ferðir sipað til teirra.
Hesir báðir sjúklingarnir vóru 19 ára gl. genta (6. sjúku*
søga) og 27 ára gl. maður (7. sjúkusøga).
6. ? S.N. b. í h. 15/3 1912. Pirkað 10/10 1928 -H. Gongsgenta á sjúka-
húsi frá 1. oktober 1930 til 1. mai 1931. Her vóru eisini sjúklingar við
lungnatuberklum. Fekk smittuna seinast í mars 1931. Løgd inn á sjúkra-
hús 1/4. Hitin, ið bert eina einastu ferð kom upp á 39°, hevðist við
til 21/4. Pirkað her og var positiv. Varð skrivað út 27/4. Kom heim 6/5.
Uppaftur sjúk 8/5 1931. Kendi sær sting aftantil v. megin inn ímóti
geislunum, hevði hita, ið nærum beinan vegin fór at skifta ógviliga
ímillum høgar hitahæddir og djúpar lægdir, og hetta slagið av hita helt
sær til gentan doyði 4 mánaðir seinni.
Longu 16/5 1931 bláæðrabruna í vinstra gongulimi og 29/5 somu
sjúku h. megin. Bláæðrabrunin tók seg helst upp ovast í vena saphena
— kann vera í bláæðrunum í kokuni. Beinini vóru at kalla rættvorðin
seinast í juni.