Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 32

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 32
38 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi Á lungum hoyrdist einki sjúkligt. Hitin 1/6 var 38,6. Dagin eftir 36,6/ 38,1. Síðan eingin hiti. Stutt eftir 1/6 kom hostin, og hann helt á alt summarið, hóast hon annars livdi væl. Hin 10. september legðist hon aðru ferð, og 26/9 vórðu tubbasteyrar funnir í spýttinuin. Lungnatuberklarnir, ið fyrst og fremst vóru høgrumegin, versnaðu skjótt. Hin 30/10 kom somu megin av sær sjálvum hol á lunga, sum kroystist sum ein bóltur inn ímóti lungarótini (pneumothorax), og 13/11 1926 doyði hon. Vit mugu halda, at tann sjúkan, ið tók seg upp 24/5 1926 var smittuhiti, og at nýrnabrunin, ið kom at kalla um somu tíð var elvdur av tubbasteyraíeitri. Kristenson9 hevur eina sjúkusøgu, ið líkist hesari nógv: 29 ára gl. sjúkrasystranæmingur, sum eftir at hava tænt 2 mánaðir á tuberklasjúkudeild, fekk knútarósin og nýrna* bruna. Men henni gekst ikki sum gentuni í hesum tilfar* inum, tí hon varð púra frísk aftur. Tillischv sá nýrnabruna hjá 5 ára gl. dreingi við lungnatrota. Bláæðrabruni. Millum teir mongu sjúklingar við tuberkla* sjúkum, sum eru í hesum tilfari, eru tveir, ið saman við ringari smittu stríddust við ógviliga løgnan bláæðrabruna. Hann var eyðvitað ikki elvdur av tubbasteyrunum, men eftir øllum líkindum av eitri teirra. Sjúkusøgurnar verða tí sagdar her. Oman fyri er fleiri ferðir sipað til teirra. Hesir báðir sjúklingarnir vóru 19 ára gl. genta (6. sjúku* søga) og 27 ára gl. maður (7. sjúkusøga). 6. ? S.N. b. í h. 15/3 1912. Pirkað 10/10 1928 -H. Gongsgenta á sjúka- húsi frá 1. oktober 1930 til 1. mai 1931. Her vóru eisini sjúklingar við lungnatuberklum. Fekk smittuna seinast í mars 1931. Løgd inn á sjúkra- hús 1/4. Hitin, ið bert eina einastu ferð kom upp á 39°, hevðist við til 21/4. Pirkað her og var positiv. Varð skrivað út 27/4. Kom heim 6/5. Uppaftur sjúk 8/5 1931. Kendi sær sting aftantil v. megin inn ímóti geislunum, hevði hita, ið nærum beinan vegin fór at skifta ógviliga ímillum høgar hitahæddir og djúpar lægdir, og hetta slagið av hita helt sær til gentan doyði 4 mánaðir seinni. Longu 16/5 1931 bláæðrabruna í vinstra gongulimi og 29/5 somu sjúku h. megin. Bláæðrabrunin tók seg helst upp ovast í vena saphena — kann vera í bláæðrunum í kokuni. Beinini vóru at kalla rættvorðin seinast í juni.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.