Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 51
Heimrustir
57
skattagrundum, ið hoyrdu til tað skattalagið, og kundi
krevja leigu (»skatt«) fyri annans mans brúk av teimum.
Henda áskoðan varð førd fram, men fekk ikki viðhald, í
einum dómi frá 1869 viðvíkjandi Skálarskatti í Hvalba,89)
og í tí áðurnevnda máli um ognarrættin til skattagrund*
irnar í Sumba90) var sama hugsan eisini frammi, men fekk
heldur ikki tá viðhald. í hesum máli førdu kongsbønd*
urnir fram, at teir áttu skattagrundirnar. 1 málinum verður
upplýst, at summi hús, ið bygd vóru á skattagrundina
Hargaskatt, í gomlum døgum høvdu latið leigu fyri grund*
ina (1 mark = 33 oyru); henda mundi vera farin til hitt
almenna, men var burturfallin seinri, tí sýslumaðurin nokt*
aði fyri at taka móti leiguni, táið brúksrætturin hjá kongs*
bóndunum var avtikin við taxatiónina.91) í útskurðinum
verður sagt, at hóast »fólk hava goldið skatt ella leigu til
bøndurnar,« so prógvar hetta ikki, »at teir áttu skatta*
grundirnar,« tí á sama hátt hava teir aðrastaðni í Føroyum
»latið skatt til bóndan á heimrustum teirra, uttan at bóndin
av teirri orsøk var ánari av heimrustum einsamallur.« Sum
frammanfyri frágreitt, segði úrskurðurin, at skattagrundirnar
í Sumba skuldu vera felags fyri allar 64 merkurnar í bygd«
ini. Løgfrøðiliga er úrslitið helst rætt,92) men sæð frá einum
søguligum sjónarmiði hevði tað rætta verið, at latið býl=
ingarnar fingið tær ymisku skattagrundirnar. Tá tað uttan
iva er ógreitt, hvørjar jarðir nú hoyra til teir einstøku býb
ingarnar, hevði ein tílík avgerð í roynd og veru ikki kunnað
verið framd.
Lunddahl heldur,93) at grundin til ta skipan, ið er vanlig
norðanfjørðs, har heimrustir hoyra til alt markatalið í bygd=
ini, er tann syndring av óðalsjørðini, ið hend er, tí hon
kundi føra við sær, at ein ognarmaður hevði jørð í fleiri
býlingum og soleiðis átti í ymiskum heimrustum. Hetta
er kanska beint mangastaðni, men tað er ikki óhugsandi,
at syndringin av óðalsjørðini hevur ført tað við sær, at
teir stóru ognarmenninir og kongsbøndurnir hildu seg vera
einaeigarar av heimrustunum. Hetta er møguliga grundar*