Fróðskaparrit - 01.01.1960, Qupperneq 51

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Qupperneq 51
Heimrustir 57 skattagrundum, ið hoyrdu til tað skattalagið, og kundi krevja leigu (»skatt«) fyri annans mans brúk av teimum. Henda áskoðan varð førd fram, men fekk ikki viðhald, í einum dómi frá 1869 viðvíkjandi Skálarskatti í Hvalba,89) og í tí áðurnevnda máli um ognarrættin til skattagrund* irnar í Sumba90) var sama hugsan eisini frammi, men fekk heldur ikki tá viðhald. í hesum máli førdu kongsbønd* urnir fram, at teir áttu skattagrundirnar. 1 málinum verður upplýst, at summi hús, ið bygd vóru á skattagrundina Hargaskatt, í gomlum døgum høvdu latið leigu fyri grund* ina (1 mark = 33 oyru); henda mundi vera farin til hitt almenna, men var burturfallin seinri, tí sýslumaðurin nokt* aði fyri at taka móti leiguni, táið brúksrætturin hjá kongs* bóndunum var avtikin við taxatiónina.91) í útskurðinum verður sagt, at hóast »fólk hava goldið skatt ella leigu til bøndurnar,« so prógvar hetta ikki, »at teir áttu skatta* grundirnar,« tí á sama hátt hava teir aðrastaðni í Føroyum »latið skatt til bóndan á heimrustum teirra, uttan at bóndin av teirri orsøk var ánari av heimrustum einsamallur.« Sum frammanfyri frágreitt, segði úrskurðurin, at skattagrundirnar í Sumba skuldu vera felags fyri allar 64 merkurnar í bygd« ini. Løgfrøðiliga er úrslitið helst rætt,92) men sæð frá einum søguligum sjónarmiði hevði tað rætta verið, at latið býl= ingarnar fingið tær ymisku skattagrundirnar. Tá tað uttan iva er ógreitt, hvørjar jarðir nú hoyra til teir einstøku býb ingarnar, hevði ein tílík avgerð í roynd og veru ikki kunnað verið framd. Lunddahl heldur,93) at grundin til ta skipan, ið er vanlig norðanfjørðs, har heimrustir hoyra til alt markatalið í bygd= ini, er tann syndring av óðalsjørðini, ið hend er, tí hon kundi føra við sær, at ein ognarmaður hevði jørð í fleiri býlingum og soleiðis átti í ymiskum heimrustum. Hetta er kanska beint mangastaðni, men tað er ikki óhugsandi, at syndringin av óðalsjørðini hevur ført tað við sær, at teir stóru ognarmenninir og kongsbøndurnir hildu seg vera einaeigarar av heimrustunum. Hetta er møguliga grundar*
Qupperneq 1
Qupperneq 2
Qupperneq 3
Qupperneq 4
Qupperneq 5
Qupperneq 6
Qupperneq 7
Qupperneq 8
Qupperneq 9
Qupperneq 10
Qupperneq 11
Qupperneq 12
Qupperneq 13
Qupperneq 14
Qupperneq 15
Qupperneq 16
Qupperneq 17
Qupperneq 18
Qupperneq 19
Qupperneq 20
Qupperneq 21
Qupperneq 22
Qupperneq 23
Qupperneq 24
Qupperneq 25
Qupperneq 26
Qupperneq 27
Qupperneq 28
Qupperneq 29
Qupperneq 30
Qupperneq 31
Qupperneq 32
Qupperneq 33
Qupperneq 34
Qupperneq 35
Qupperneq 36
Qupperneq 37
Qupperneq 38
Qupperneq 39
Qupperneq 40
Qupperneq 41
Qupperneq 42
Qupperneq 43
Qupperneq 44
Qupperneq 45
Qupperneq 46
Qupperneq 47
Qupperneq 48
Qupperneq 49
Qupperneq 50
Qupperneq 51
Qupperneq 52
Qupperneq 53
Qupperneq 54
Qupperneq 55
Qupperneq 56
Qupperneq 57
Qupperneq 58
Qupperneq 59
Qupperneq 60
Qupperneq 61
Qupperneq 62
Qupperneq 63
Qupperneq 64
Qupperneq 65
Qupperneq 66
Qupperneq 67
Qupperneq 68
Qupperneq 69
Qupperneq 70
Qupperneq 71
Qupperneq 72
Qupperneq 73
Qupperneq 74
Qupperneq 75
Qupperneq 76
Qupperneq 77
Qupperneq 78
Qupperneq 79
Qupperneq 80
Qupperneq 81
Qupperneq 82
Qupperneq 83
Qupperneq 84
Qupperneq 85
Qupperneq 86
Qupperneq 87
Qupperneq 88
Qupperneq 89
Qupperneq 90
Qupperneq 91
Qupperneq 92
Qupperneq 93
Qupperneq 94
Qupperneq 95
Qupperneq 96
Qupperneq 97
Qupperneq 98
Qupperneq 99
Qupperneq 100
Qupperneq 101
Qupperneq 102
Qupperneq 103
Qupperneq 104
Qupperneq 105
Qupperneq 106
Qupperneq 107
Qupperneq 108
Qupperneq 109
Qupperneq 110
Qupperneq 111
Qupperneq 112
Qupperneq 113
Qupperneq 114
Qupperneq 115
Qupperneq 116
Qupperneq 117
Qupperneq 118

x

Fróðskaparrit

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.