Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 53

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 53
Heimrustir 59 stemte Grund, de saakaldte Heimrustir.« Nú er tað ikki longur nøkur treyt fyri at sleppa at seta búgv at vera eigari í markatalinum, men hetta sigur einki um, at øll í bygdini nú skuldu havt rættindi í heimrustunum. Tað er ikki ókent frá føroyskum bygdarætti, at øll í bygdini eru luthavarar í tílíkum bygdarættindum, um tey einki eiga í markatalinum. Soleiðis er nógvastaðni við torvskurði, og lóggávan gevur beinleiðis heimild til at taka hellufugl,101) men so er ikki við heimrustum. Bæði í útskiftingaravgerðum og rættaravgerðum er tað líka til dagin í dag, sbr. frammans fyri, hildið fast um, at heimrustir hoyra til markatalið. Meðan tann áskoðan, at heimrustirnar áttu øll í bygdini, ikki við vissu sæst at vera sett fram nakrastaðni, var tað tó í einari bygd í fleiri ár so, at kommunan tók sær ræði á heimrustunum.102) Hesum er tað sum beint nú sagt eingin heimild fyri, men her kann verða lagt aftrat, at henda áskoðan eisini hevur verið frammi viðvíkjandi tí sonevndu »gadejord«,103) ið er eitt sindur átøk heimrustum og ah menningum. Tað hevur verið framborið, at ræðið á »gade= jorden« átti at ligið hjá kommununum, men tann vanliga hugsanin er, at hon alsamt er hjá hartkornseigarunum í býnum.104) Tó at heimrustir soleiðis er samogn hjá jarðaeigarunum í bygdini (ella í býlinginum), er tað kortini einki til hindurs fyri, at einstøk heimrustastykki kunnu gerast ogn hjá einum manni. Longu dómurin frá 1855,105) ið áður er nevndur, hevur ta fyritreyt, at heimrustir við útskifting kunnu gerast »hver enkelts særlige Ejendom,« og tílík útskifting av heim= rustum er eisini gjørd viðhvørt.106) 1 hesum sambandi skal verða lagt aftrat, at heimrustir hvørva við vanliga innan* garðsútskifting, tí tað, hvør eigur eftir markatalinum, fer saman við traðarstykkjum og bøi inn undir tey nýggju matrikulnummørini. Eisini má haldast, at eigararnir kunnu lata fólk fáa burturav heimrustum til byggigrundir o. tl., soleiðis at fáa ein verunligan ognarrætt. Tílíkar avhendingar eru vanligí
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.