Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 64

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 64
70 Heimrustir Soleiðis sum gjørt varð, tá ið Skopun varð grundað í 1833 við at leggja eitt avmarkað umráðið av til byggilendi o. a, (heimrust) og eitt annað øki varð tikið til dyrkilendi (trøð), var eisini gjørt, tá ið niður- setubygdin Norðdepli varð grundað í 1869; trøðin Norð-Depil (tax. nr. 440) var tá innløgd av haganum Norðara Parti í Depli, sbr. Tax. B. s. 92. í rættarmálinum, sum avgjørt varð við FRD 1.4.1959 (b. 451/58) fæst at vita, at henda trøðin var »býtt uppá hin gamla mátan við heimrustum fyri seg sjálvan og hitt dyikilendið fyri seg.« Sami framgangsmáti varð nýttur, tá ið teir á fyrsta sinni settu seg niður á Slættanesi um miðjan seinastu øld, sbr. Tax. B. s. 184: »Af Haugeparten Slættanes er der for 24 Aar siden aflagt et Stykke til Opdyrkning til de 12 Marker i Giljum og Slættanesi. Heraf er først et Stykke aflagt som Heimrustaðir (Heimrustir), der for største Delen er opdyrket, men ikke delt mellem Eierne.« í UKK 14.12.1955 verður sagt, at tá ið niðursetubygdirnar Hval- vík (nú Sandvík) og Lopra vóru grundaðar, vóru heimrustir lagdar av til alt markatalið. 78) Sbr. notu 3. Tær 4^2 mk í jørð, sum eru nevndar í skjalinum, kallast »Nikka Jardher«. Hetta navn finnst ikki longur á nakrari jørð heima á Sandi, men eftir Edv. Hjalt 1953 s. 178—79 skuldi hetta verið sama jørð sum 4'/2 mk kirkjujørð í býlinginum Heima á Sondum. Við trúbótina er hetta kirkjugóðs farið undir kong og í 1583 eru (sbr. Degn 1945 s. 217 VIII og IX) tvey festi: á Sondum (4'/2 mk) og á Brúgv (1 mk). Opið bræv dagf. 8.4.1632 frá Kristjani IV ger hesi bæði festi (»Sandegaard« og »Bro«) til náðingsgarð hjá prestunum, sbr. LBK II s. 24 og 28. Við taxatiónina vóru tey tikin undir einum sum tax. nr. 326, Sandabøur 5 '/2 mk. Sostatt tykir tað sum »Nikka jardher« longu í 1412 hevur verið ein býlingur við egnum heimrustum. 79) »Hopemark« kalla teir tað, tá ið jørðin verður dyrkað í felag, meðan avgrøðin verður býtt, sbr. N. L. 3/12/11. Heima á Sandi vardi ein tílík felagsskipan líka upp í 19 øld, sbr. Edv. Hjalt 1953, s. 13—14, og tað tykir eftir »Sandøens Vedtægt« frá 30.5.1692 (prentað hjá m. ø. Svabo s. 502—21) § 9 at hava verið vanligt alla staðni í oynni. Sjá um tílíkt felag i Kirkjubø Lagt. 1929 skjal 22, s. 5 og í Hesti J. Chr. Poulsen 1947 s. 74—75. 80) Sbr. Eriks Sælandsku Lóg 11—55: Som enhvers tofte ligger i byen, skal lemmerne (agrene) ligge ude i marken.« í fleiri svenskum landsparts-lógum stendur, at »Toften er agers moder« (tomt ær teghs mothir), sbr. meira um hetta Poul Meyer 1949 s. 134—44. Sjá eisini Bærentsen í LBK II s. 647 og s. 651. Her verða »toftir« og heimrustir settar at vera tað sama.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.