Fróðskaparrit - 01.01.1960, Qupperneq 64
70
Heimrustir
Soleiðis sum gjørt varð, tá ið Skopun varð grundað í 1833 við at
leggja eitt avmarkað umráðið av til byggilendi o. a, (heimrust) og eitt
annað øki varð tikið til dyrkilendi (trøð), var eisini gjørt, tá ið niður-
setubygdin Norðdepli varð grundað í 1869; trøðin Norð-Depil (tax.
nr. 440) var tá innløgd av haganum Norðara Parti í Depli, sbr. Tax.
B. s. 92. í rættarmálinum, sum avgjørt varð við FRD 1.4.1959 (b.
451/58) fæst at vita, at henda trøðin var »býtt uppá hin gamla mátan
við heimrustum fyri seg sjálvan og hitt dyikilendið fyri seg.«
Sami framgangsmáti varð nýttur, tá ið teir á fyrsta sinni settu seg
niður á Slættanesi um miðjan seinastu øld, sbr. Tax. B. s. 184: »Af
Haugeparten Slættanes er der for 24 Aar siden aflagt et Stykke til
Opdyrkning til de 12 Marker i Giljum og Slættanesi. Heraf er først
et Stykke aflagt som Heimrustaðir (Heimrustir), der for største Delen
er opdyrket, men ikke delt mellem Eierne.«
í UKK 14.12.1955 verður sagt, at tá ið niðursetubygdirnar Hval-
vík (nú Sandvík) og Lopra vóru grundaðar, vóru heimrustir lagdar av
til alt markatalið.
78) Sbr. notu 3. Tær 4^2 mk í jørð, sum eru nevndar í skjalinum,
kallast »Nikka Jardher«. Hetta navn finnst ikki longur á nakrari jørð
heima á Sandi, men eftir Edv. Hjalt 1953 s. 178—79 skuldi hetta verið
sama jørð sum 4'/2 mk kirkjujørð í býlinginum Heima á Sondum.
Við trúbótina er hetta kirkjugóðs farið undir kong og í 1583 eru (sbr.
Degn 1945 s. 217 VIII og IX) tvey festi: á Sondum (4'/2 mk) og á
Brúgv (1 mk). Opið bræv dagf. 8.4.1632 frá Kristjani IV ger hesi bæði
festi (»Sandegaard« og »Bro«) til náðingsgarð hjá prestunum, sbr. LBK
II s. 24 og 28. Við taxatiónina vóru tey tikin undir einum sum tax.
nr. 326, Sandabøur 5 '/2 mk.
Sostatt tykir tað sum »Nikka jardher« longu í 1412 hevur verið ein
býlingur við egnum heimrustum.
79) »Hopemark« kalla teir tað, tá ið jørðin verður dyrkað í felag,
meðan avgrøðin verður býtt, sbr. N. L. 3/12/11.
Heima á Sandi vardi ein tílík felagsskipan líka upp í 19 øld, sbr.
Edv. Hjalt 1953, s. 13—14, og tað tykir eftir »Sandøens Vedtægt« frá
30.5.1692 (prentað hjá m. ø. Svabo s. 502—21) § 9 at hava verið vanligt
alla staðni í oynni.
Sjá um tílíkt felag i Kirkjubø Lagt. 1929 skjal 22, s. 5 og í Hesti
J. Chr. Poulsen 1947 s. 74—75.
80) Sbr. Eriks Sælandsku Lóg 11—55: Som enhvers tofte ligger i byen,
skal lemmerne (agrene) ligge ude i marken.«
í fleiri svenskum landsparts-lógum stendur, at »Toften er agers moder«
(tomt ær teghs mothir), sbr. meira um hetta Poul Meyer 1949 s. 134—44.
Sjá eisini Bærentsen í LBK II s. 647 og s. 651. Her verða »toftir«
og heimrustir settar at vera tað sama.