Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 81

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 81
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi 87 summar partar av rygginum dag um dag, eru aðalatvoldin til, at spondylosis og osteoarthrosis eru at finna í hesum fólkabólkum. Til dømis kann eg nevna, at reiðuliga ringar arthroses í mjadna* og knæliðum tíðum eru at finna hjá monnum, ið noyðast at bera tungar byrðar á bakinum, eitt nú hjá lossingarmonnum, kolamonnum, múrarbeiðso monnum, lastbilsstjórum og flytimonnum, og samsvarandi hesum eru teir grefligastu tilburðirnir av spondylosis at síggja hjá bønarmonnum, fiskimonnum og grótmonnum. í hesum yrkjum stendur mest á niðasta parti av rygginum, og hin sonevnda Scheuermann=kúlan tekur seg upp. Eftir yrki og byrðan kunnu spondyloses taka seg upp í øðrum pørtum av rygginum og í øðrum Iiðum enn teimum, ið nevndir eru. Koma sjúkurnar hjá heldur ungum ella hjá fólki í bestu árum, vísa av sær sjálvum nógvar aðrar luttøkuatvoldir seg at standa í boði. Vanligast er, at skeivt hevur verið lagt fyri liðirnar, ið sjúkir verða (misbyrðan). Atvoldirnar til hesar misbyrðanir skal eg seinri greiða frá. Umframt misbyrðan munnu umliðnar ígerðir, kykar eins og ókykar, gera ikki lítið um seg. Meiðingar upp í saman munnu hava nakað uppá seg. Bløðingar upp í saman í liði, hetta síggja vit eitt nú hjá sjúklingum við teirri sonevndu bløðara« sjúkuni, elva eisini sum frálíður slitgikt í avvarandi liði. Ólag i millumliða eggjahvítaevnisskiftinum kunnu eisini laga uppundir heilt ringa spondylosis og heilt ringa arthrosis. Hetta sæst hjá sjúklingum við alcaptonuria og ochronosis. Venda vit okkum í fyrstu syftu móti misbyrðanunum, fellur tað mest sum av sær sjálvum at nevna viðføddu úrliðingina (luxatio) í mjøðnini, ið kann vera øðrumegin ella báðumegin og vísa seg í øllum sniðum: hava viðhvørt so lítið uppá seg, at tað er ikki meira enn sjúkuavgerð fæst, men eru viðhvørt av tí allar ringasta. Er liðaknútan gliðin upp, so nýliður (nearthrosis) hevur gjørt seg til, kann hetta sjálvt elva heilt grovar broytingar í liðinum, so avvarandi limur styttist; men eisini í linari førum kunnu
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.