Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 85

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 85
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi 91 trintina. So hvørt brekið vindir uppá seg, er vanligt at liðagongdin tarnast meira, so at tað sum frá líður kann bila hjá sjúklinginum einsamøllum at lata seg í, og í aðrar mátar at hjálpa sær, ofta verða teir heilt avlamis. Við óvildarkanning av liðinum, verða í linligastu førum ongar skilligar broytingar funnar; men liða vit liðin, ríkir í honum, viðhvørt bert so tað kenst, men viðhvørt heilt grovliga. Seinri trýtnar liðahylkið, vatn setst á liðin, tað hovnar um liðin og knúturnar avskapast, eins og liðagongdin, tað svitast ikki, verður tarnað, og liðurin kann gerast heilt stívur (anchylosis, eingin liðagongd). 1 vøddunum har um leið eru altíð at finna trotagerðir (vøddatrotar), ið tikið seg hava upp vegna skeiva legu í liðunum, og henni á baki misbyrðan, sum so uppaftur ger, at ávísir vøddabólkar verða spentir øðrvísi enn teir eiga. Vit finna eitt nú altíð vøddatrotar í glutæus medius og adductorbólkinum við arthrosis í mjadnaliðunum. Á røntgen sæst liðrivan smalkað, knotutætting eftir liðjaðarunum og beinsporagerð. Saman við hesum er vanligt at finna leggirnar, ið liggja hjá, javnt úrkálkaðar. Ikki nýtist hetta seinasta at hoyra uppí giktagerð* ina, men kann standast av tí, at liðurin verður hildin í frið. Pínan, ið av hesum úrskepandi sjúkum stendst, er ikki altíð í mun til hvussu ringar sjúkurnar eru at vísa seg eftir teimum funnu broytingunum, heldur ikki á røntgen. Ofta koma vit fram á ógviliga grefligar spondylosisbroyt» ingar í ryggi, hóast sjúklingurin ongatíð hevur kent sær stórvegis mein av teimum. Ofta detta vit heilt av óvart fram á hesa ringu spondylosis framíhjá, tá ið gallræsi, langi ella magi verða kannað við røntgen. Aðrar tíðir verða sjúklingarnir lagdir inn, bert tí tað pínir í liðum ella vøddum, og tú stendur bilsin, at hesar broytingar, sum við óvildarí og við røntgenkanning tykjast hava so lítið uppá seg, eru førar fyri at meinska sjúklingin so illa. Væl kann tað vera, at pína rínur ymist við fólk, og at ikki eru øll eins harðbalin, men hetta man ikki vera alt. Tá ið saman um kemur, man tað vera so, at tað er standur vøddanna, ið mest ger av, um sjúklingarnir fáa ilt.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.