Fróðskaparrit - 01.01.1960, Síða 85
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
91
trintina. So hvørt brekið vindir uppá seg, er vanligt at
liðagongdin tarnast meira, so at tað sum frá líður kann
bila hjá sjúklinginum einsamøllum at lata seg í, og í aðrar
mátar at hjálpa sær, ofta verða teir heilt avlamis. Við
óvildarkanning av liðinum, verða í linligastu førum ongar
skilligar broytingar funnar; men liða vit liðin, ríkir í honum,
viðhvørt bert so tað kenst, men viðhvørt heilt grovliga.
Seinri trýtnar liðahylkið, vatn setst á liðin, tað hovnar
um liðin og knúturnar avskapast, eins og liðagongdin, tað
svitast ikki, verður tarnað, og liðurin kann gerast heilt
stívur (anchylosis, eingin liðagongd). 1 vøddunum har um
leið eru altíð at finna trotagerðir (vøddatrotar), ið tikið
seg hava upp vegna skeiva legu í liðunum, og henni á
baki misbyrðan, sum so uppaftur ger, at ávísir vøddabólkar
verða spentir øðrvísi enn teir eiga. Vit finna eitt nú altíð
vøddatrotar í glutæus medius og adductorbólkinum við
arthrosis í mjadnaliðunum. Á røntgen sæst liðrivan smalkað,
knotutætting eftir liðjaðarunum og beinsporagerð. Saman
við hesum er vanligt at finna leggirnar, ið liggja hjá, javnt
úrkálkaðar. Ikki nýtist hetta seinasta at hoyra uppí giktagerð*
ina, men kann standast av tí, at liðurin verður hildin í frið.
Pínan, ið av hesum úrskepandi sjúkum stendst, er ikki
altíð í mun til hvussu ringar sjúkurnar eru at vísa seg
eftir teimum funnu broytingunum, heldur ikki á røntgen.
Ofta koma vit fram á ógviliga grefligar spondylosisbroyt»
ingar í ryggi, hóast sjúklingurin ongatíð hevur kent sær
stórvegis mein av teimum. Ofta detta vit heilt av óvart
fram á hesa ringu spondylosis framíhjá, tá ið gallræsi,
langi ella magi verða kannað við røntgen. Aðrar tíðir verða
sjúklingarnir lagdir inn, bert tí tað pínir í liðum ella
vøddum, og tú stendur bilsin, at hesar broytingar, sum
við óvildarí og við røntgenkanning tykjast hava so lítið
uppá seg, eru førar fyri at meinska sjúklingin so illa. Væl
kann tað vera, at pína rínur ymist við fólk, og at ikki
eru øll eins harðbalin, men hetta man ikki vera alt. Tá
ið saman um kemur, man tað vera so, at tað er standur
vøddanna, ið mest ger av, um sjúklingarnir fáa ilt.