Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 94
100
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
sæð, at sjúklingurin er versnaður av sukursjúkuni, og er
tá serliga hugsað um vaksandi blóðsukur og økta sukur*
úrskiljing. Vit mega uttan iva ikki undirmeta rætta handa*
lagið við innspræningini: evnið má og skal sprænast innano
liða. Eingin ivi er um, at ofta verður sprænt uttanfyri liðin,
og hendir tað, er fjarávirkanin ógviliga løtt at greiða.
Ein av orsøkunum til, at menn fóru at fáa áhuga fyri
at geva corticoidini innanliða hevur uttan iva verið tann,
at teir á henda hátt kundu fáa dyggiligari árin, tá ið bert
einstakir og heldur stórir liðir vóru sjúkir; men eisini hevur
tað gjørt sítt, at menn við hesi staðbundnu nýtslu vænt=
aðu sær at sleppa undan mongum av teim óhollu hjáárin«
unum, ið komu, tá ið corticoidini vórðu sprænd inn á
vanligan hátt ella givin at taka inn. I dag, nú vit at kalla
hava slept viðgerðini við nýrabørkhormonum at taka inn
sum varandi viðgerð við polyarthritis chronica og líkum
sjúkum, hava innanliðaspræningarnar støðugt staðið seg,
bæði viðvíkjandi viðgerð av arthroses og av liðum, sum
eru serliga illa farnir av polyarthritis chronica og arthritis
urica.
Tey føri, har eg haldi, mest gagn er fingið burtur úr
hydrocortisonum og skildum tilbúningum, eru í viðgerðini
av arthroses. Við teimum áður nýttu viðgerðarhættunum,
heitum ballingum, baðum, handaviðgerð og stuttbylgju*
viðgerð, vóru vit aloftast fyri vónbrotum, ella teir veittu
bert ein linna, so leingi viðgerðin helt fram, og vanliga
ber heldur ikki til at siga annað um røntgengeislingina.
Hon var mest sum tað seinasta, vit krøktu okkum í, høvdu
sjúklingarnir fleiri ferðir verið undir læknahond við alis*
læknaligari viðgerð, og einki hevði hjálpt. Viðgerðarstøðið
var tað, at røntgengeislingin verður søgd í summum førum
at lina pínu. Tíverri, hetta úrslit ikki meira enn hendir
seg. Aftur ímóti ber ikki bert til, nýta vit innspræningar
inn í liðin av hydrocortisonum og skildum tilbúningum,
at sleppa sjúklingunum undan pínu, uttan eisini at gera
teir arbeiðsførar uppí fleiri mánaðir eftir sum sjúkan er