Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 94

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 94
100 Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi sæð, at sjúklingurin er versnaður av sukursjúkuni, og er tá serliga hugsað um vaksandi blóðsukur og økta sukur* úrskiljing. Vit mega uttan iva ikki undirmeta rætta handa* lagið við innspræningini: evnið má og skal sprænast innano liða. Eingin ivi er um, at ofta verður sprænt uttanfyri liðin, og hendir tað, er fjarávirkanin ógviliga løtt at greiða. Ein av orsøkunum til, at menn fóru at fáa áhuga fyri at geva corticoidini innanliða hevur uttan iva verið tann, at teir á henda hátt kundu fáa dyggiligari árin, tá ið bert einstakir og heldur stórir liðir vóru sjúkir; men eisini hevur tað gjørt sítt, at menn við hesi staðbundnu nýtslu vænt= aðu sær at sleppa undan mongum av teim óhollu hjáárin« unum, ið komu, tá ið corticoidini vórðu sprænd inn á vanligan hátt ella givin at taka inn. I dag, nú vit at kalla hava slept viðgerðini við nýrabørkhormonum at taka inn sum varandi viðgerð við polyarthritis chronica og líkum sjúkum, hava innanliðaspræningarnar støðugt staðið seg, bæði viðvíkjandi viðgerð av arthroses og av liðum, sum eru serliga illa farnir av polyarthritis chronica og arthritis urica. Tey føri, har eg haldi, mest gagn er fingið burtur úr hydrocortisonum og skildum tilbúningum, eru í viðgerðini av arthroses. Við teimum áður nýttu viðgerðarhættunum, heitum ballingum, baðum, handaviðgerð og stuttbylgju* viðgerð, vóru vit aloftast fyri vónbrotum, ella teir veittu bert ein linna, so leingi viðgerðin helt fram, og vanliga ber heldur ikki til at siga annað um røntgengeislingina. Hon var mest sum tað seinasta, vit krøktu okkum í, høvdu sjúklingarnir fleiri ferðir verið undir læknahond við alis* læknaligari viðgerð, og einki hevði hjálpt. Viðgerðarstøðið var tað, at røntgengeislingin verður søgd í summum førum at lina pínu. Tíverri, hetta úrslit ikki meira enn hendir seg. Aftur ímóti ber ikki bert til, nýta vit innspræningar inn í liðin av hydrocortisonum og skildum tilbúningum, at sleppa sjúklingunum undan pínu, uttan eisini at gera teir arbeiðsførar uppí fleiri mánaðir eftir sum sjúkan er
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.