Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 97

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 97
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi 103 hesum verður tá úrslitið av viðgerðini ætlandi vánaligari, eins og evnið tá framíhjá kann gera um seg alment, tí at tað tá verður sogið upp í kroppin nakað tað sama, sum høvdu vit sprænt tað inn í vødda. Ivaleyst er tað so, at meginatvoldin til tær vánaligu royndir, nógvir læknar hava fingið burtur úr at spræna hydrocortisat inn í liðir, stendst av skortandi handalagi — evnið má fáast hagar, tað skal gera um seg, inn í Iiðin sjálvan. í fyrstuni óttaðust menn fyri, tá ið teir sprændu hydro<= cortisat inn í liðin, at tað sum einki kundi taka illt fyri seg í avvarandi liði, og nógva staðir fór viðgerðin fram á skurðstovum við strangasta fyrivarni fyri ígerð. Verða hildnar tær reglur, sum omanfyri eru nevndar, at joda holdið og fingraendarnar og at nýta serstakar nálir, ið bert verða nýttar til innanliða innspræningar, so er vandin fyri ígerð eingin at kalla. Um støddina á heiliverðinum hava menn verið ógviliga ymiskir á máli og eru tað enn. Flestir nýta heldur smáar heiliverður, úr 25 uppí 50 mg hydrocortisonum í mesta lagi inn í størri liðir og niður í 12,5 mg í smæstu liðirnar, og summir høvundar4 mæla beinleiðis frá stórum heili* verðum og leggja hesar undir framíhjá ávirkaninar. Royndir okkara eru tvørtur ímóti. Tá ið vit í 1954 á heiliráðdeildini í Maribo fóru undir henda viðgerðarhátt, royndu vit fyrst smáar heiliverðir, men av tí at vit í flestu førum einki fingu burtur úr hesum, royndu vit at vaxa um heiliverð>= irnar, og heiliverðarstøddin, vit steðgaðu við, var 125 mg hydrocortisonum í størstu liðirnar, niður í 62,5 mg í smæstu. Vanliga hava sjúklingarnir fingið 1—2 innspræningar í hvønn liðin við 2—5 daga millumbili. Hesi merki hava vit nýtt at miða okkum eftir, tá ið metast skuldi um virkt viðgerðarinnar: Minkandi liðtroti, rneiri liðagongd og eingin pína. Pínuleysir hava sjúkling* arnir í flestum førum verið frá 3 upp í 6—9 mánaðir, og av tí at teir onga pínu hava kent sær, og liðagongdin hevur verið betri, hava teir fyri tað mesta í sama tíðar*
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.