Fróðskaparrit - 01.01.1960, Qupperneq 97
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
103
hesum verður tá úrslitið av viðgerðini ætlandi vánaligari,
eins og evnið tá framíhjá kann gera um seg alment, tí at
tað tá verður sogið upp í kroppin nakað tað sama, sum
høvdu vit sprænt tað inn í vødda. Ivaleyst er tað so, at
meginatvoldin til tær vánaligu royndir, nógvir læknar hava
fingið burtur úr at spræna hydrocortisat inn í liðir, stendst
av skortandi handalagi — evnið má fáast hagar, tað skal
gera um seg, inn í Iiðin sjálvan.
í fyrstuni óttaðust menn fyri, tá ið teir sprændu hydro<=
cortisat inn í liðin, at tað sum einki kundi taka illt fyri
seg í avvarandi liði, og nógva staðir fór viðgerðin fram á
skurðstovum við strangasta fyrivarni fyri ígerð. Verða
hildnar tær reglur, sum omanfyri eru nevndar, at joda
holdið og fingraendarnar og at nýta serstakar nálir, ið bert
verða nýttar til innanliða innspræningar, so er vandin fyri
ígerð eingin at kalla.
Um støddina á heiliverðinum hava menn verið ógviliga
ymiskir á máli og eru tað enn. Flestir nýta heldur smáar
heiliverður, úr 25 uppí 50 mg hydrocortisonum í mesta
lagi inn í størri liðir og niður í 12,5 mg í smæstu liðirnar,
og summir høvundar4 mæla beinleiðis frá stórum heili*
verðum og leggja hesar undir framíhjá ávirkaninar. Royndir
okkara eru tvørtur ímóti. Tá ið vit í 1954 á heiliráðdeildini
í Maribo fóru undir henda viðgerðarhátt, royndu vit fyrst
smáar heiliverðir, men av tí at vit í flestu førum einki
fingu burtur úr hesum, royndu vit at vaxa um heiliverð>=
irnar, og heiliverðarstøddin, vit steðgaðu við, var 125 mg
hydrocortisonum í størstu liðirnar, niður í 62,5 mg í smæstu.
Vanliga hava sjúklingarnir fingið 1—2 innspræningar í
hvønn liðin við 2—5 daga millumbili.
Hesi merki hava vit nýtt at miða okkum eftir, tá ið
metast skuldi um virkt viðgerðarinnar: Minkandi liðtroti,
rneiri liðagongd og eingin pína. Pínuleysir hava sjúkling*
arnir í flestum førum verið frá 3 upp í 6—9 mánaðir, og
av tí at teir onga pínu hava kent sær, og liðagongdin
hevur verið betri, hava teir fyri tað mesta í sama tíðar*