Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 107

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 107
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi 113 sjúklingum, sum áður høvdu fingið hydrocortisat innan* liða, men høvdu fingið smáar heiliverðir, sum als ongan mun høvdu gjørt. Tí at vit hildu vána úrslitini kundu standast av tí, at inngávan var ov lítil, royndu vit at vexa um heiliverðin, og av tí at fyrstu sjúklingarnir, vit við* gjørdu, søgdu seg at batna munandi, eggjaði tað okkum at halda á við teimum størri heiliverðunum Úr 3 og upp í 12 mánaðir høvdu sjúklingarnir eingi sjúkueyðkenni, og vanliga vóru teir í hesum tíðarskeiði væl gongdir og arbeiðsførir. Hava teir verið inn aftur lagdir, hevur tað oftast verið, tí at pínan hevur tikið seg upp aftur. Hava innspræningarnar seinri verið uppaftur tiknar, hava sjúkueyðkennini vanliga verið burtur eins leingi. Eftirlit við røntgenmyndum av brekaðu liðunum hava yvir» høvur víst óbroytt viðurskifti, ongar broytingar í liðrivu ella knotuvond, og ikki hava vit sæð nakran tilburð av ringari knotuoyðing, t. d. vevnaðadeyða av collum femoris, so sum frá er sagt fyri stuttum. Sum nevnt nýta vit hydrocortisat á henda sama hátt á heiliráðdeildini á Dr. Alexandrines hospitali. Síðan 1. apríl 1960 hava vit givið um 150 innspræningar, og úrslitini hava, tað vit enn duga at meta, verið mest sum tey somu sum á heiliráðdeildini á Amtssjúkrahúsinum í Næstved. III. Skurð* og skurðbeinilæknalig tiltøk. Vit venda okkum nú at skurð^ skurðbeinilæknaligu t\b tøkunum. Teir liðir, hesi tiltøk mest snúgva seg um, eru knæ* og mjadnarliðir. Taka vit knæliðirnar fyrst, so verður ikki hugsað um skurðviðgerð uttan so, at allir hinir við* gerðarhættir longu eru royndir frá alislæknaligari viðgerð til røntgenviðgerð og síðan hydrocortisat. Ráðini eru skurð* viðgerð, tá ið nógv pína er í stillastandi og um náttina; men ikki er pína, tá ið sjúklingurin gongur, ella í fyrstuni, hann fer at ganga, nóg mikið til at vit eiga at ráða til 8
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.