Fróðskaparrit - 01.01.1960, Qupperneq 107
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
113
sjúklingum, sum áður høvdu fingið hydrocortisat innan*
liða, men høvdu fingið smáar heiliverðir, sum als ongan
mun høvdu gjørt. Tí at vit hildu vána úrslitini kundu
standast av tí, at inngávan var ov lítil, royndu vit at vexa
um heiliverðin, og av tí at fyrstu sjúklingarnir, vit við*
gjørdu, søgdu seg at batna munandi, eggjaði tað okkum
at halda á við teimum størri heiliverðunum
Úr 3 og upp í 12 mánaðir høvdu sjúklingarnir eingi
sjúkueyðkenni, og vanliga vóru teir í hesum tíðarskeiði
væl gongdir og arbeiðsførir. Hava teir verið inn aftur
lagdir, hevur tað oftast verið, tí at pínan hevur tikið seg
upp aftur. Hava innspræningarnar seinri verið uppaftur
tiknar, hava sjúkueyðkennini vanliga verið burtur eins leingi.
Eftirlit við røntgenmyndum av brekaðu liðunum hava yvir»
høvur víst óbroytt viðurskifti, ongar broytingar í liðrivu
ella knotuvond, og ikki hava vit sæð nakran tilburð av
ringari knotuoyðing, t. d. vevnaðadeyða av collum femoris,
so sum frá er sagt fyri stuttum.
Sum nevnt nýta vit hydrocortisat á henda sama hátt á
heiliráðdeildini á Dr. Alexandrines hospitali. Síðan 1. apríl
1960 hava vit givið um 150 innspræningar, og úrslitini
hava, tað vit enn duga at meta, verið mest sum tey somu
sum á heiliráðdeildini á Amtssjúkrahúsinum í Næstved.
III. Skurð* og skurðbeinilæknalig tiltøk.
Vit venda okkum nú at skurð^ skurðbeinilæknaligu t\b
tøkunum. Teir liðir, hesi tiltøk mest snúgva seg um, eru
knæ* og mjadnarliðir. Taka vit knæliðirnar fyrst, so verður
ikki hugsað um skurðviðgerð uttan so, at allir hinir við*
gerðarhættir longu eru royndir frá alislæknaligari viðgerð
til røntgenviðgerð og síðan hydrocortisat. Ráðini eru skurð*
viðgerð, tá ið nógv pína er í stillastandi og um náttina;
men ikki er pína, tá ið sjúklingurin gongur, ella í fyrstuni,
hann fer at ganga, nóg mikið til at vit eiga at ráða til
8