Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 2
8
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
Fyri at lýsa tað, her er sagt, betur, stendur yvir kapit*
linum mynd av einum ravnajagara, sum ber fútanum ravna*
høvd drigin uppá band, og aftanfyri sæst ravnur, ið skjýtur
seg niður á seyð ella svín.
Tað er sum sagt Olaus Magnus, sum sigur frá, at í
íslandi var henda serliga skipan at lata samsýning fyri at
oyða ravn. Tað man kortini vera ivasamt, um hetta er
beint, tí onga aðrastaðni finst nakað um, at tílík skipan
hevur verið galdandi í íslandi'). Harafturímóti fær hetta
ein at hugsa um tann føroyska nevtollin, sum Lucas Debes
skrivar um stívliga hundrað ár seinri* 2), at føroyingar hava
»haft en vedtægt i landet i forrige tider, som endnu under*
tiden holdes vedlige, at hvert menneske, som ror paa bád,
má om Olai tider árligen til lagtinget levere et ravnemæb,
hvilke næbbe blive lagte udi en dynge og opbrændes, og
hvilken, som ikke skaffer ravnemæb, má bøde ravnestold,
det er for hver gang, det bliver forsømt, et skind, det er
4 skillinge.«
Olaus Magnus var sum sagt svii, og bókin er skrivað
í Rom, eftir at hann í nógv ár hevði verið í útlegd, tí tá
ið trúbótin kom til Sviaríkis í 1530, varð hann settur frá
starvi sínum innan kirkjuna. Tær upplýsingar, hann kemur
við um samsýning fyri at taka ravn, munnu tí neyvan vera
heilt álítandi. Ein fer tó at halda, at sína vitan um nev*
tollin byggir hann á upplýsingar um hin føroyska nevtollin,
og at hann hevur fingið tær, meðan hann búði í Sviaríki,
t. v. s. áðrenn 1530. Hann man neyvan hava fingið at vita
alt so gjølla, og betur man frágreiðing hansara ikki vera
vorðin, tá ið hann fleiri ár seinri skuldi endurgeva tað,
hann hevði fingið at vita.
Fara vit nú at halda, at tað er hin føroyska nevtollin,
Olaus Magnus skrivar um, man nevtollurin hava uppruna
sín í miðøldini. 1 hvussu er man hann vera eldri enn trú»
') Smbr.Jo/in Granlunds viðmerkingar til Olaus Magnus (1951) bls. 119.
2) 3. útg. bls. 62-63.