Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 8
14
Nevtollur og nýggjari foroysk lóggáva
so skal nevnda tilráðing helst ikki takast soleiðis, at teir
høvdu eina aðra áskoðan á ravnin sum skaðafugl enn hana,
ið vanlig var, og sum Salomonsen sjálvur hevur sagt at
vera henda1):
sDisgusted and hated by the Faroeses on account of its great damage
to sheepfarming.«
Tað er ið hvussu er elligomul hugsan, sum liggur aftan
fyri nevtollin, ið vit nú skulu hyggja eitt sindur nærri at.
Lucas Debes segði, sum áður frágreitt, nevtollin at vera
eina viðtøku, »som endnu undertiden holdes vedlige«, og
her hugsar hann helst um, at fútin á løgtingið :í 1665 og
1669 kom við áminningum, um at gjalda nevtollin. Tað
tykir, at hesar áminningar hava batt í nøkur ár, men í
1686 var ikki so væl vorðið aftur. Tað stendur í løgtings*
bókini, at sýslumenninir ikki høvdu »gjort rigtighed for
næbbetolden,« og fingu teir tí steðg við at krevja tollin
til vártingini í 1687 og álagt var teimum, at hava manntal
á teimum sum rinda skuldu tollin2).
Tá ið fyriskipanin frá 30. mai 1691 »om Handelen paa
Færøe og andet Landet vedkommende«3) var givin, letur
tað til, at fleiri hava hildið, at nevtollurin var avtikin. I
§ 14 í fyriskipanini stóð, at »1 det Øvrige« skuldi Norska*
lóg galda. Tá einki stendur í Norskulóg um nevtollin,
tóku »en Del vrangvillige« burtur úr tí »en daarlig Slut=
ning«, tí teir vildu halda, »at Alt, hvis udi Loven ikke
fandtes indført, ei længere burde holdes, om det end paa
allerstørste Billighed var funderet«, og sýttu teir tí fyri at
gjalda nevtoll, og hetta gjordi, at »de, som ommeldte Ved*
*) Smbr. »Zoologi of the Faroes« III, 2. 1935 bls. 176. Her kann
eisini verða víst á K. Williamson 1948 bls. 65, Mikkjal D. á Ryggi 1951
bls. 17—18 og Erik Petersen í »Livet paa Færøerne« 1950 bls. 350.
2) Smbr. Svabo bls. 92, Kr. Østberg: »Norsk Bonderett« III 1922
bls. 98 og løgt. 1890 bls. 75.
3) Sjá LBK II bls. 51 v. f.