Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 18
24
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
70 cm), og tá ið hon er sera sjáldsamur gestur í Føroyum'),
man lítið vera at ivast í, at tað er havørnina, sum hugsað
verður um í fyriskipanini frá 1741. Hon er størst og sterkast
av øllum ørnum (68—90 cm og flogi u. 1. 2'/2 m), og er
annars ikki nógv ólík kongaørnini á stødd og útsjónd.
Lockwood* 2) sigur, at orðið ørn merkti tað einasta slagið
av ørn, sum var kent í Føroyum t. v. s. havørnin, og tað
er ikki fyrrenn seinri, at menn í fuglafrøðiligari skráseting
eru farnir at nýta orðið ørn sum felagsnavn fyri tey ymisku
arnasløgini.
Annar skaðafuglurin, sum fyrstu ferð verður nevnd*
ur í fyriskipanini frá 1741, er krákan. Tað er uttan
iva frammanfyri nevnda frásøgn í tingsvitninum frá 1740,
ið gjørt hevur, at hon er komin undir nevtollin. Longu
Lucas Debes sigur, at krákan er skaðafuglur, men sigur
einki um, hvønn skaða hon ger3). Men um hetta skriva
Svabo4), Landt5) og Múller6), og teir nevna serliga,
hvussu krákan tekur gásarungar, dunnuungar og høsnar*
ungar og somuleiðis eggini hjá bjargafugli. Eisini pikkar
hon korn, epli og urtir á bønum. Bara Svabo sigur, at
krákan »skader nyfødte Lam«, men tann føroyski lands<=
tingsmaðurin, Cl. Olsen, sýslumaður, hevur eisini sagt7),
at krákurnar ikki fíra fyri at drepa smálomb.
Salomonsen sigur, at krákan ger »great damage by eating
chickens, ducklings, wounded lambs, dried splitcod, corn«8).
Jóannes Patursson segði harafturímóti á tingi í 1905, at
óivað ger krákan stóran skaða, »omend den ikke dræber
■) Eftir Salomortsen 1. c. er hon bert sædd 2 ferðir: í 1848 og 1889,
smbr. eisini Miiller og Mikkjal á Ryggi 1. c.
2) »The Faroese Bird Names«, 1961 bls. 8 og 81.
3) 3. útg. bls. 62.
*) Bls. 89.
5) Bls. 246.
<>) 1862 bls. 15.
2) R. T. L. 1891/92 teigi 208.
8) »Zoology of the Faroes* III, 2 —1935— bls. 174.