Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 19
Nevtollur og nýggjari foroysk lóggáva
25
lam«'). Málið um samsýning fyri »rovfugla«*nev var tá til
viðgerðar, og vóru men ymiskir á máli um, hvønn skaða
krákan gjørdi. Daniel Pauli Michelsen, óðalsbóndi (Vág*
um), segði, at hann fegin vildi geva krákuni eitt gott um<
mæli, tí ikki mundi hon gera »meget stor Skade«, og Joh.
Fr. Chr. Dam, kongsbóndi, (Norðurstreymoy) helt eisini,
at tað var »Synd at gøre større Anstrengelser for at komme
Kragen til Livs«, tí hvat gjørdi tað, »om den snubber en
enkelt Æling«. Viðtikið varð kortini at lata virðisløn fyri
krákunev1 2). I 1915 hevði løgtingið krákuna aftur til við*
gerðar, og komst hetta av fyrrnevndu umsókn frá 38 fólkum
í Norðurstreymoy og Vágum, har ført verður fram, at
krákan tekur heiðafuglaegg3). Um málið verður sagt í
álitinum, at »indenfor Udvalget er nogen delte Meninger
angaaende Kragernes Skadelighed«4), og henda ósemja tykir
at vera enn. í fyrrnevnda skrivi til løgtingið í 1950 verður
sagt, at »menn víða hvar um landið gremja seg um allan
tann skaða«, sum eisini krákan ger5), meðan Mikkjal á
Ryggi um somu tíð heldur6), at helst hevur krákan fyrr,
tá ið nógv var til av henni í Føroyum, gjørt skaða við at
leggjast á kornið í økrunum, upphongdan fisk og deyð*
seyð í høgunum, men at tær fáu krákurnar, sum nú eru,
ikki gera skaða, nú ið einki korn verður velt, eingir opna*
hjallar7) eru longur, og bilbugt er fingin við bráðusótt*
1) Løgt. 1905 A bls. 28.
2) Løgt. 1905 B bls. 185 (b).
3) Løgt. 1915 bls. 182.
*) L. c. bls. 183.
5) Løgt. 1950 bls. 143.
6) 1951 bls. 20.
7) T. v. s! úthús við ongum veggjum, »men allene af Steen opforte
Hjørner, som samles med Lægter eller Stænger, hvorover der atter paa
Tværts legges Lægter, hvorpaa Fisken hænges for at tørres«, smbr. Svabo
bls. 981. Eftir Landt bls. 429 er tó »en Steenmur ved hver Ende«,
smbr. eisini Daniel Bruun 1929 bls. 148 við mynd bls. 149.
3