Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 20
26
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
ina'), so tað kann ikki loysa seg at ofíra pening at oyða
krákuna. Tað mundi júst vera bráðasóttin, ið var størsta
atvoldin til, at krákan var hildin at vera skaðilig fyri seyða«
brúkið, tí Svabo heldur, at tað er møguligt, at hon »forí
plantes ved Rovfugle, der kunde til en anden Øe henbringe
Kiød af besmittede Faar«* 2). Nú hava menn fingið
heiluvág móti hesi sjúku, so hon er ikki longur tí føroyska
seyðabrúkinum so mein3). Tað er tí helst beint at siga,
at krákan er ikki til so stóran skaða fyri seyðin longur.
Sambært núgaldandi veiðilógina (løgtl. nr. 27 frá 9. september
1954 § 17, stk. 2a) er krákan enn millum teir fuglar, sum
kunnu verða jagaðir alt árið, tí sum Williamson sigur:
»The hooded crow, kráka, also Iooms large in . . . the
farmer’s hymn of hate«4).
Triði fuglurin, sum fyrstu ferð verður nevndur í fyri*
skipanini frá 1741, er svartbakur (Larus marinus); hann
verður saman við krákuni nevndur í tingsvitninum frá
1740. Hann er størstur av másunum (74 cm). Hann livir
fram við Norðurlanda og Finlands strondum, norður* og
vesturstrondum Bretlands, í íslandi, Føroyum og øðrum
oyggjum í Atlantshavinum. Lucas Debes skrivar, at »den
søger efter andre smá fugle at opæde«5), meðan Svabo
sigur, at hann »dræber Lam,« og sigst at taka egg og
ungar frá bjargafugli, men at hann eisini er til nyttu, tí
hann etur skaðaormar, og eisini tí fólk eta eggini og ung*
!) Sjúka, sum kemur av Bacterium Clostriduim Septicum, og sum
seyðurin fær í seg sum grókorn saman við føðini. Tey spíra í tørm«
unum og geva ein sterkan bruna, og seyðurin bløðir innan, tí tey
nørast ógviliga skjótt. Seyðurin doyr eftir fáum tímum ella 1—2 døgum.
Sjá annars Tarnovius bls. 57, Svabo bls. 729—31, Landt bls. 358—59 og
Sjúrður Patursson: »Seyðurin«, 1949 bls. 18.
2) Bls. 730. Smittan man meira verða borin á tann hátt, at tey frísku
djórini eta grasið, sum er vætt av blóði frá sjúkum djórum.
3) Sj. Patursson 1. c.
*) 1948 bls. 66.
5) 3. útg. bls. 65—66.