Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 21
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
27
arnar hjá honum1). Landt sigur einki um, at hann er skaða*
fuglur2), men H. C. Múller skrivar, at hann »teer sig
her som Rovfugl; thi den dræber Gjæs og mindre Fugle,
ja endog smaa Lam, især naar de ere svagelige«3). Sambært
galdandi veiðilógini er svartbakurin ikki friðaður, tí hann
kemur undir § 17 stk. 2a, har tað stendur: »øll másasløg«.
Vanlig hugsan millum manna man vera tann, at tað er so
líti til nú av svartbaki, at hann ger ikki stórvegis skaða4).
Umframt teir fuglar, her eru nevndir: ørn, kráka og
svartbakur, og ravnurin, sum áður er greitt frá, er ein
fuglur aftrat, ið hevur verið undir nevtollinum, tó at hann
ikki er nevndur í fyriskipanini frá 1741. Tað er skúgvurirt,
hvørs latínska navn er Stercorarius skua, og kemur navnið
av tí latínska stercus, sum merkir mykja, tøð o. tl., og man
hetta koma av tí máta, hesir fuglar — kjógvarnir — fáa
sær ein part av føðini, tí teir noyða aðrar fuglar, serliga
másar, at spýggja tað uppaftur, teir hava etið, og taka tað
í luftini. Navnið skua kemur av tí fornnørrøna navninum
á hesum fugli skúfr, sum á enskum undir heitinum skua
verður nýtt um allar kjógvafuglar5 *). Fornnørrønt skúfr er
á nýíslendskum vorðið til skúmur og á føroyskum til skúvur
ella skúgvurb). Á donskum eitur fuglurin storkjoven, tí
hann er stórstur av kjógvunum.
Skúgvurin varð fyrr í Føroyum hildin at vera ógviliga
meinur skaðafuglur. í løgtingsáliti 1897 stendur, at hann
hevur ikki »været velset i tidligere tid paa Færøerne, idet
den blev sat i Klasse med« teir »rovfuglar«, sum nevndir
eru í fyriskipanini 21. november 17417). Finn Salomonsen
1) Bls. 4-6, 89 og 755.
2) Bls. 263.
3) 1862 bls. 66.
4) Mikkjal á Ryggi 1951 bls. 60 og logt. 1950 bls. 143.
5) Lockwood 1961 bls. 39.
®) Chr. Matras í »Fróðskaparriti« II bls. 20—21.
ú Legt 1897 bls. 28.