Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 24
30
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
sæst av teimum mongu staðanøvnunum, sum bera navnið
eftir hann, og er her fyrst at nevna Skúvoynna. Av øðrum
staðarnøvnum kunnu verða nevnd hagin Skúvabøli í Sumba,
Skúvanes í Vági, Skúvafjall á Nólsoynni og nógv onnur1).
Tað sigst, at sumstaðni hevur verið so nógv av skúgvi,
at menn undir fjallgongu nýttu eggini sum blak2). Sum
sagt tóku teir í Skúvoy einar 6000 ungar árliga, og Svabo
sigur, at eisini skal nógv hava verið av hesum fugii í Sunds*
haganum, og at á hansara tíð var skúgvurin »i temmelig
Mængde« í Vágum. Fuglurin var tó longu tá í minking.
Svabo sigur, at tá áttu neyvan 10 pør í Skúvoy3). Graba
sigur, at hann í 1828 sá eini 50 pør eiga nærindis Sandi4),
og tað er hugsandi, at sumstaðni hava enn átt skúgvar —
so sum sagt verður í einum løgtingsáliti 18975) — »i en
saadan Mængde, at dens Æg og Unger af Beboerne blive
transporterede hjem paa Hesteryg«, men tað kann vera, at
hetta hevur verið fyri longri tíð síðani. Tá ið Rump var
sorinskrivari (1866—71) var skúgvurin »endnu saa talrig,
at den byggede kolonivis®6). Tá ið enski fuglafrøðingurin
') Hjá C/ir. Matras 1933 bls. 256 verða Kesi nøvn nevnd í Norður*
oyum: Inni á Skúvinum við Viðareiði, »hvor disse Fugle ynglede i
massevis før«, Skúvadalur (Norðoyri), Skúvadalsleiti, Skúvadalsgjógv,
Skúvoyggin (øll Viðareiði) og Skúvadalsskarð (Klaksvík). Við Vests
manna er eisini ein Skúvadalsgjógv og við Funning er eisini Skúvas
dalur og Skúvadalsskarð. — Av fuglinum er eisini komið navnið á
plantuni skúgvagras (Scirpus), smbr. Lockwood 1961 bls. 84 og R.
Rasmussen: »Føroysk Plantunøvn« 1950 bls. 157, har nøvnini skúagras
og skúsgras verða umtalað. Hetta seinra navnið verður í sFøroya Floru«
1952 bls. 34 eftir sama rithøvund nýtt sum navnið á ættini Scirpus
(á donskum: kogleaks).
2) Mikkjal á Ryggi 1951 bls. 67.
3) Bls. 66-67.
4) Salomonsen í »Zoology of the Faroes« III, 2, 1935 b!s. 242.
5) Løgt. 1897 bls. 29. Her verður sagt, at skúgvurin »for noget over
50 Aar siden« átti »i massevis rundt omkring paa Øerne, ja i en saa=
dan Mængde, at dens Æg og Unger« o. s. fr.
6) Smbr. tað, hann sigur í R. T. F. 1897198 teigi 1213.