Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 25
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
31
H. W. Feilden í mai juni 1872 ferðaðist um í Føroyum,
taldi hann skúgvin — tó ikki allastaðni — og kom fram
til, at tað áttu 36 pør, og av hesum vóru 25 pør (í tveim*
um plássum uppá 12 -j- 13 pør) á Sandoynni, men einki
stendur um, hvussu nógv eigur í Skúvoy og Streymoy
(Saksun)1). í 1897 rokna teir við, at ikki eru meir enn
eini 10 pør eftir, sum hava reiður2).
Hetta gjørdi, at stjórin fyri Zoologisk Museum í Keyp*
mannahavn, Chr. Fr. Lútken, professari, í einum skrivi
15. juli 1897 til amtið3) bað um at fáa skúgvin heilt frið*
aðan, tí eftir tí, hann sigur frá, átti hann bert á oyggjunum
Foula og Unst á Hetlandi og onkustaðni í Føroyum og
íslandi. Hóast løtan ikki var væl vald at koma við tílíkari
áheitan, tí beint tá var komin nýggj veiðilóg í Føroyum
(nr. 71 frá 23. apríl 1897), eydnaðist at fáa bæði løgting4)
og ríkisdag5) at samtykkja friðing, tó bert í 5 ár, tí vandi
var fyri, at skúgvurin fór at nørast ov nógv, um hann
varð friðaður í 10 ár, so sum uppskotið var6). Eftir lóg
nr. 162 frá 18. desember 1897 skuldi skúgvurin verða frið*
aður frá 1. mars 1898 til 1 juni 1903.
Tá ið lógin var komin í gildi, varð skúgvurin, sum átti
1) Smbr. Salomonsen 1. c.
2) Logt. 1897 bls. 29. 1 R. T. A. 1897/98 teigi 2503 stendur talið
at vera »højst en snes«, men Salomonsen 1. c. nevnir bert 4 pør (Dímun,
Svínoy, Skúvoy og Saksun).
3) Sjá Løgt. 1897 bls. 27-28 og R. T. A. 1897/98 teigi 2505-06.
*) Løgt. 1897 bls. 27-30.
5) Tað var bara Alberti — smbr. frammanfyri — sum var ímóti friðing.
Hann helt (R. T. F. 1897/98 teigi 1210) tað vera eitt sera »farligt Prin*
cip, hvis man gaar til at beskytte skadelige Dyr blot i Videnskabens
Interesse«, og at tað (teigi 1212) var »en meget uheldig Ting saaledes
at lægge Haand paa Færøernes Frihed . . . til at gøre Jagt paa disse
Dyr, som de anse for at være unyttige«.
6) í fólkatinginum gjørdu menn sær meira og minni sveimandi hug*
myndir um, hvussu nógvur skúgvur mundi fara at verða um 10 ár.
Alberti (1. c. teigi 1211) helt, at tað kundu fara at verða meira enn
2 milliardir!!!