Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 27
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
33
øerne«'). Hóast honum dámdi væl, at skúgvurin »nu heh
digvis er taget til igen og yngler flere steder i ret store
kolonier«, helt hann kortini, at tað var kanska ikki sheldigt,
hvis den faar lov til at tage overhaand, for saa vil den
sikkert kunne være til stor skade for den øvrige fugle*
bestand — ja, der er endda dem, der paastaar, at den tager
nyfødte lam, saa det er ikke alle færinger, der er lige glade
for den«, Mikkjai. Á Ryggi var ikki av somu áskoðan
sum nevndu fuglafrøðingar, tí hann helt, at skúgvurin
ongan skaða gjørdi1 2), og hann fekk viðhald í síni áskoðan,
tí skúgvurin man helst vera millum teir friðaðu fuglarnar
eftir løgtl. nr. 27 frá 9. september 1954, tí hann verður
ikki nevndur millum teir fuglar, ið loyvi er at veiða, § 17 stk.
2 a í lógini. Har stendur, rætt er tað, at »øll másasløg« kunnu
verða veidd, men hóast kjógvarnir eru másar í víðari merk=
ing, kann skúgvurin ikki vera tikin við millum teir, tí
meint man helst bert hava verið við teir vanligu másarnar.
Skúgvurin eigur nú nógva staðni, t. d. eigur ein hópur
í Skúvoy, í Saksun og í Svínoy, men flestastaðni eiga tó
bert nøkur fá pør saman ella bert eitt. Seinast í 1950unum
var talið á teimum mett til o. u. túsund.
Ikki vita vit um aðrar fuglar enn teir, her eru nevndir:
ravnurin, ørnin, krákan, svartbakurin og skúgvurin, sum
hava verið undir nevtollinum, men Svabo vildi eisini hava
likkuna og másan undir nevtollin3) og tí er kanska orsøk
til at siga eitt sindur um hesi fuglasløg, áðrenn meira
verður greitt frá, hvussu kom at verða við nevtollinum
eftir 1741
Likkan eitur á latíni Larus fuscus. Á donskum og norsk=
um eitur hon sildemáge, og hetta navn ber hon, tí hon
eltir sildartorvurnar við vesturstrond Noregs. Millum más*
arnar er hon stór (53 cm), men tó eitt sindur minni enn
1) 1950 bls. 349-50.
2) 1951 bls. 67.
3) Bls. 98-99.