Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 28
34
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
svartbakur. Hon livir mest av fiski, men tekur eisini orm.
Hon tekur eisini egg hjá øðrum fitjufuglum og er før fyri
at taka høsnarungar og ússalig smálomb.
Neyvan nakran av hesum sonevndu »rovfuglum« hevur
tílíkur orðadráttur verið um sum likkuna — um hon er
skaða* ella nyttufuglur.
Svabo sigur um Mása og Likku, at tey eiga ikki at
bera heiti rovfuglar, »uden for saa vidt de opdrikke Bjerg«
fuglenes Æg, ved deres Skrig forjage dem, og fordærve
Fangsten«'), men hann vildi kortini hava hesar fuglar
undir nevtollin. Landt sigur einki um, hvørt likkan ger
skaða ella gagn* 2).
Muller hevur havt ymiskar meiningar um hetta. í bók
síni »Færøernes Fuglefauna« frá 1862 sigur hann, at likkan
er »en nyttig Fugl, da den gjøder Marken, hvor den bygger,
og oppiller skadelige Insectlarver«3) og tað samsvarar væl
við, at samtykt var á grannastevnu í Kaldbak 15. februar
1873 (hon var hildin av honum sum sýslumanni), at hann,
ið skeyt likku í bønum skuldi gjalda 16 skilling í sekt
fyri hvønn skotnan fugl. Seinri tykist hann hava broytt
meining, tí tað var av hansara ávum, at likkan ikki varð
friðað í veiðilógini (nr. 72) frá 7. mai 1881. í § 1, stk. 1
1 uppskotinum, sum var lagt fyri ríkisdagin, skuldi —
samsvarandi ynski hjá løgtingsmeirilutanum4) — m. a. likkan
verða friðað frá 1. mars til 15. august5). Múller var tá
landstingsmaður, men honum bar ikki til at vera til staðar
undir viðgerðini og sendi tí bræv til starvsbróður sín í
landstinginum, fyrrv. sorinskrivara Rump, har hann segði
seg at vera ímóti friðing, tí likkan var m. a. ørg at taka
•) Bls. 90—91. Á bls. 263 sigur hann, at eggini og ungarnir hjá
likkuni verða etin.
2) Bls. 263.
3) Bls. 67.
4) Smbr. Nellemann, løgmálaráðharra, í R. T. L. 1880/81 teigi 659.
5) R. T. A. 1880/81 teigi 4313-14.