Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 29
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
35
egg, so heldur átti meir at vera veitt av henni enn minni1).
Rump fekk til vega við aðru viðgerð av málinum eitt álit frá
djórafrøðinginum, professaranum J. Th. Reinhardt, og hann
var har av somu áskoðan sum Múller2), og hetta gjørdi, at
likkan ikki longur var millum teir friðaðu fuglarnar.
Men tað, ið ikki eydnaðist i 1881, varð framt við veiðh
lógini (nr. 71) 23. apríl 1897, tí eftir § 12 var likkan
friðað frá 1. mars til 15. september, t. v. s. meginbartin av
tíðini, hon er í Føroyum3). Sum grund fyri friðingini
stendur í løgtingsins uppskoti, at likkan má haldast at
vera til stórt gagn »ved at oppille skadelige Orme samt
gjøde Haugerne«4). Allir vóru tó ikki samdir í hesum,
men eitt broytingaruppskot um, at likkan ikki skuldi vera
friðað, var ikki samtykt, 10 atkvøddu ímóti og 3 fyri5).
Undir viðgerðini í 1905 um hækkan av samsýningini
fyri »rovfugla«*nev var spurningurin, um likkan var skaða*
fuglur, aftur frammi. O. J. Olsen, løgtingsmaður, helt, at
eingin ivi mundi vera um, at likkan var »rovfuglur«,
men J. Z. Nielsen svaraði, at hann hevði hoyrt seyðamenn
í Sandavági siga, »at Sildemaagen angriber svage, men
endnu levende Lam«, meðan teir í Sørvági »satte megen
Pris paa denne Fugl«6).
Tann stóra búnaðarnevndin (1908—11) vildi ikki hava
likkuna friðaða, men gav onga grund fyri hesum uppskoti7).
Tá ið uppskotið í 1927 kom til viðgerðar á tingi, varð
skotið upp, at likkan skuldi vera millum teir fuglar, ið
skuldu vera friðaðir frá 1. mars til 15. september, men við
tí uppískoyti, at tað »uden Hensyn til denne Fredning«
0 Smbr. Rumps endurgevingina av brævinum í R. T. L. 1880/81
teigi 656.
2) L. c. teig 778.
3) Smbr. Salomonsen í »Zoology of the Faroes« III, 2, 1935 bls. 98.
4) Logt. 1894 bls. 36 (til § 12), smbr. eisini bls. 43.
5) L. c. bls. 41 smbr. bls. 43.
6) Løgt. 1905 A bls. 28.
7) L. B. K. I bls. 313.