Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 31
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
37
I skrivinum 8. september 1950 frá Sverra Patursyni
o. ø., og sum nevnt er fleiri ferðir áður1) varð skotið upp,
at lata samsýning fyri likkunev — hetta er sama hugsan
sum Svabos — men løgtingsnevndin vildi framvegis hava
somu friðing. Men hon varð so avtikin í tí nýggju veiðu?
lógini (nr. 27) frá 9. september 1954, tí likkan uttan iva
kemur undir § 17 stk. 2, har tað stendur »øll másasløg«.
Samsýning verður tó ikki latin fyri likkunev.
Eftir er nú másin. Við »Maasi« meinar Svabo eitt vist
másaslag, nevniliga »Fiskimaasi«2 *), og sama er enn á ný*
føroyskum; orðið mási er tað sama sum fiskimásP). Lat*
ínska navnið á hesum másaslagi er Larus argentus, á donskum
sølvmáge. Tað er heldur stórur mási (57 cm), og sum
navnið sigur, livir hann mest av fiski. H. C. Muller
sigur, at um veturin livir hann av fiskaslógvi, og um
summarið er hann yvir sildartorvunum4). Einki sigur hann
um, — og tað ger Landt5) heldur ikki — at másin er
nakar serligur skaðafuglur, men at hann verður skotin, tí
hann við sínum gangi vekir kópin, tá menn eru á kópa*
veiði. Erik Petersf.n sigur um másan, at hann »kan ogsaa
være lidt haard ved de andre fugles yngel«6). Mikkjal Á
Ryggi kallar másan fyri ein eggjatjóv og sigur, at hann
sigst at taka smálomb viðhvørt7). í minnilutauppskotinum
hjá honum og JÓannesi Paturssyni til veiðilógina frá 4.
apríl 1928, vildu teir hava, at másin skuldi vera millum
teir fuglar, ið loyvi var at veiða alt árið8), og í áðurnevnda
1) Løgt. 1950 bls. 142-43.
2) Bls. 50.
3) Lockwood 1961 bls. 81.
*) 1862 bls. 68.
5) Bls. 264.
6) »Livet paa Færøerne« 1950 bls. 349. Salomonsert sigur (»Zoology
of the Faroes« III, 2, 1935 bls. 97) tað sama um hansara føði, sum
Miiller, men leggur tó aftrat »also occasionally carrions, eggs, nestlings«.
7) 1951 bls. 61.
8) Løgt. 1927 skjal 8 nr. 19.