Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 33
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
39
vildi hava ravnin og krákuna uppí (og soleiðis ikki ornina
og svartbakin).
Á ferð síni í Føroyum 1781—82 fekk Svabo høvi til at
vera til staðar á ólavsøkutinginum, og har fekk hann at
síggja, at summir sýslumenn »ikke vanslægtede fra deres
Formænd« tí teir vóru so linir at fáa nevtollin innheint*
aðan, men tað kundi ikki vera sagt um A. C. Djurhuus,
sum seinri gjørdist próstur, tí hann hevði »allene over 100
Krage*Næb . . . af Overbevisning om denne Fugls Skade,
og for at opvække andre til lige Exempel*1).
Tað kom ikki meir burtur úr uppskotinum hjá Svabo.
Nevtollurin var óbroyttur í gildi til 1881, og tey 100 árini
aftaná ferð Svabos til Føroya hevur hann uttan iva ikki
havt so lítlan týdning fyri oyðingini av rovfuglum, tí tað
vóru ikki so fá nev, ið latin vórðu. Á ólavssøkutinginum
1853 vóru soleiðis latin 1509^2 nev2); tá hálv nev verða
tald við, man orsøkin til hetta vera, at onnur »rovfugla«»
nev hava verið umroknað til ravnanev, so tað hava verið
tikið væl meira av fuglum enn talið sigur. Ikki man vera
nógv skeivt, tá talið á dripnum »rovfuglum« verður mett
til 2—3000; hetta er ikki so lítið. Rump helt, at í hansara
sorinskrivaratíð (1866—71) vórðu árliga latin eini 2000
nev3), meðan inntøkan av nevtollinum 1853 bert var 2 rd.
70 sk., og svarar hetta til 65*/2 nev, sum vantaðu í. í árunum
upp til 1880 var hon eisini 64 kr. árliga4) t. v. s. 800 nev vant*
aðu í. Orsøkin til, at talið á ívantaðum nevum vaks so nógv,
var kann henda tann, at hagalógin og veiðilógin hindraðu
monnum at fáa hendur á nevini. Hetta var í hvussu er
ført fram á løgtingi sum ein orsøk til at fáa nevtollin av»
tiknan5). Til hetta skal tó verða sagt, at teir avgjørt høvdu
1) Bls. 97-98.
2) Smbr. Páll Nolsøe í »Varðanum« XXXI bls. 44.
3) R. T. L. 1880181 teigi 191.
9 R. T. A. 1880/81 teigi 3049.
5) L. c.