Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 34
40
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
hugsað um henda spurning, tá ið arbeitt var uppá ta
føroysku veiðilógina frá 9. februar 1854, tí í § 9 stóð, at
ein og hvør hevði loyvi at skjóta »rovfugl« í bø og haga,
tá ið »han ikke derved forseer sig imod de med Hensyn
til Gang i Haugen foreskrevne Regler«. Løgtingið segði
eisini, at orsøkin til hesa ásetan var, at »der paahviler
Landbefolkningen en Forpligtelse til at dræbe Rovfugle,
og denne Forpligtelse maa antages gavnlig for Landet«').
Tá ið menn vildu hava nevtollin avtiknan, mundi or*
søkin heldur vera hon — so sum hin føroyski landstings*
maðurin, Cl. Olsen, sýslumaður seinri segði* 2) — at hinum
ognarleysa illa dámdi at vera noyddur til »at afhjælpe den
Skade, som foraarsages Godsbesidderne, thi det er saa
godt som udelukkende disse, Rovfuglene generer«.
Tá ið uppskotið um avtøku av nevtollinum varð lagt
fram, segði yvirvaldið3), at grundin var, at hann var ótíðar*
hóskandi, tí 1. tað var torført at goyma og forkoma nev»
unum, 2. tað var ikki so stórur vandi við rovfuglunum
longur, nú teir ikki vóru so nógvir, síðani byrsan var
vorðin vanlig, og hin seinasta grundin var, 3. at hagalógin
og veiðilógin tarnaðu monnum at fáa fatur í nevum. Av
hesum grundum mundi tað bert vera eitt sindur um tað
fyrstu. Hin triðja grundin kundi ikki so væl verða førd
fram, tí hugsað hevði júst verið um nevtollin, tá ið veiði=
lógin frá 9. februar 1854 varð skrivað, og hagalógin frá
1866 §§ 54—56 skerdi einki rættin til hagagongd í mun
til áður galdandi fyriskipan frá 2. apríl 1698 § 7. Rump
sorinskrivari mælti ímóti grund nr. 2 undir viðgerðini á
ríkisdegi, og ivaðist í, at rovfuglurin fór at minka, og fekk
samtykt uppskot um, at tann innkomni nevtollspeningurin
(einar 1100 kr.) skuldi nýtast til samsýningar fyri oyðing
•) R. T. A. 1852 teigi 441.
2) R. T. L. 1891/92 teigi 208.
3) R. T. A. 1880181 teigi 3049.