Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 40
46
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
eingin eftirlitsmaður valdur, setir sýslumaðurin hann —
§ 1, pkt. 4 — men ein fyritreyt fyri hesum má kortini vera,
at ravnur eigur í haganum; soleiðis var á grannastevnu
20. februar 1893 í Kollafirði og 6. mars 1893 í Havn og
Hoyvík eingin eftirlitsmaður valdur, og var orsøkin tann,
at ravnur ikki átti í hesum bygdum, og sýslumaðurin helt
onga grund vera at seta eftirlitsmann.
Eftirlitsmaðurin hevur ikki aðra skyldu enn at fáa menn
at søkja ravnin, tá røktingarmaður kemur við áheitan um
tað. Eftir § 2 stk. 1 skulu seyðamenninir ansa eftir »om
nogen Ravn yngler i Haugen eller i noget til samme
stødende Bjerg«, og, um so er, at siga eftirlitsmanninum
frá hesum. I løgtingsálitinum til § 21) stendur týðuliga,
at røktingarmaðurin skal boða eftirlitsmanninum frá, so
hann fær menn at søkja ravnin, og at eftirlitsmaðurin
einki hevur at gera, um tílík fráboðan ikki kemur.
Ein tíiík fráboðan nýtist ikki bert at koma frá røktingar*
monnum í tí haga, har ravnurin eigur. Ein og hvør seyða*
maður, ið »formener, at Faarebesætningen i den Hauge,
han røgter, lider Skade af Ravne, der yngler i en andens
Hauge eller i noget til samme stødende Bjerg«, skal eftir
§ 3, pkt. 1 venda sær til eftirlitsmannin í tí bygdini, »der
snarest muligt drøfter sagen med den paagældende Hauges
Søjdemænd«.
Tað sær út at vera munur á eftirlitsmansins skyldum
í hesum her nevndu førum. Um røktingarmaðurin meldar,
at ravnur eigur í haga hansara, skal eftirlitsmaðurin fáa
menn at søkja hann, smbr. § 2, pkt. 2, men um aðrir
melda, skal hann tosa við røktingarmenninar í tí haganum
um málið. í royndum er tað eisini í hesum føri skylda
at søkja ravn. Tí um eftirlitsmaðurin — eftir at hava tosað
við røktingarmenninar í tí haganum um málið — gevur
annaðhvørt tey boð, at ravnurin ikki bølir í hansara haga,
ella, at ravnurin hevur verið søktur, men uttan úrslit, ella
>) L. c.