Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 41
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
47
8 dagar ganga1) frá fráboðanini og hann letur hann ikki
søkja, er eftir § 3, pkt. 2 »enhver, der formener sig brøst*
holden, berettiget til efter forudgaaet Anmeldelse til ved«
kommende Søjdemand at lade Ravnen søge«. Hildið var,
at neyðturviligt var, at hava hesa fyriskipan, tí sum áður
sagt, ravnurin ger sjáldan skaða í tí haga, har hann hevur
reiður2). Hann, sum av sær sjálvum søkir ravnin, hevur
eftir § 3, pkt. 3 rætt til endurgjald uppá 2 kr. fyri hvønn
mann, sum hevur verið við; tað er tó ein treyt, at hann
»finder Ravnen og dræber Ynglen«, og skal tað prógvast
við at hava ungarnar við til sýslumannin, og er ivi um,
um tað er prógvað til fulnar, í hvørjum haga reiðrið er
funnið, og hvussu nógvir mans nýttust at fara at søkja
ravnin, tekur sýslumaðurin avgerð, smbr. § 3, pkt. 4—5.
Tað er løgmálaráðið, sum er komið við hesum reglum, at
sýslumaðurin kann taka avgerð í hesum ivaspurningum3),
men hóast orð løgmálaráðharrans, tá málið varð viðgjørt,
kundu bent á, at tað skuldi verða avgjørt frammanundan,
hvussu nógvir mans skuldu við4), kann neyvan, so sum
lógin er orðað, vera ivi um, at her er hugsað um, at tá
endurgjaldskrav er sett fram, verður tvídráttur, um ov
nógvir hava verið við. Metingina hjá sýslumanninum um,
hvussu stór manningin átti at verið, kann rætturin helst
einki gera við. Eftir § 3, pkt. 6 skal samsýningin verða
goldin eftir markatali av eigarunum og brúkarunum
í høgunum í tí bygd, har reiðrið varð funnið, og
tað liggur á eftirlitsmanninum, at samsýningin verður
goldin innan 3 mánaðir, eftir at ravnurin var rændur.
!) Løgtingsins uppskot hevði onga frest, men løgmálaráðið helt, at
frest mátti vera og setti hana til ein mánað (R. T. A. 1891/92 teigi 3068).
Tá henda frest var hildin at vera ov long, tí ungarnir kundu vera
floygdir, áðrenn frestin var farin, varð hon sett til 8 dagar, smbr. R. T. L.
1891192 teigi 209 og 372.
2) Løgt. 1890 bls. 72.
3) R. T. A. 1891/92 teigi 3068.
*) R. T. L. 1891/92 teigi 210.