Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 43
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
49
nevið'). Men longur vildu menn ikki fara. Soleiðis varð í
1906 umsókn um samsýning noktað fyri »Virksomhed ved
Udryddelse af Ravne i Faarebrugets Interesse«* 2), og eitt
uppskot, sum kom í 1915 um at oyða ravn og kráku við
eitri, varð ikki samtykt3). Orsakað av teimum hækkandi
prísum á patrónum vóru samsýningarnar í 1937 hækkaðar til
1 kr. fyri ravnsnevið og 30 oyru fyri krákunevið4). í umsóknini
til tingið um hækkanina sigur Føroya Búnaðarfelag, at
ravnalógin »tykist ikki at hava stóra ávirkan og er, so
vítt vit vita, fægstu staðni brúkt«.
í 1950 kom uppskot um, at givnar skuldu verða 2 kr.
fyri nevið á fiskimása, likku, skatumása5), kjógva6) og
1) Legt. 1905 A. bls. 27-29 og B. bls. 185 (b).
2) Legt. 1906 bls. 254-55 (11).
3) Legt. 1915 bls. 181—83. Longu undir viðgerðini í 1905 var henda
hugsan víst burtur.
*) Legt 1937 bls. 128-29.
5) Larus canus er tað latínska navnið á skatumása ella skatu. Hesin
másin líkist fiskimásanum nógv, men hann er eitt sindur minni (41 cm).
Hann er heldur nýkomin í fuglalívíð í Føroyum. Miiller (bls. 65) sigur,
at hann sæst av og á um várið, og at hann hevur sætt hann fleiri
ferðir. Hann er fyrstu ferð sæddur at eiga við Kaldbaksvatn í 1890
(Erik Petersen 1950 bls. 349). Seinri fór hann at reiðrast aðrastaðni,
t. d. við Toftavatn (Salomonsen 1935 bls. 99 smbr. bls. 250). Eftir kríggið
hevur hann nørt seg heilt nógv og eigur nú nógvastaðni í bølum við
vøtn, og sæst heilt ofta sum flytifuglur og vetrargestur í mánaðunum
oktober-apríl (Salomonsen 1958 bls. 60). Mikkjal á Ryggi skrivar um
hann (1952 bls. 62): »Tað er eingin fagnaðargestur at fáa. Hann tekur
egg og ungar frá øðrum hagafuglum; fram við lundaurðum jagstrar
hann sildberan, til hann má sleppa sildini, og ikki er tað sørt, hann
tekur av pisum, fyrst tær koma út úr holuni«.
6) Kjógvin hevur tað latínska navnið Stercorarius parasiticus. Hann
er longu nevndur hjá Lucasi Debes (3. útg. bls. 66), sum kallar hann
»truen« ella tjóvin, »fordi han truer og stjæler maden fra andre fugle«.
Svabo (bls. 42) sigur, at »den er Ritens og Tærnes Plagere; thi de
maae tolde til ham af deres Fiskerie«. Sama sigur Landt (bls. 263—64)
og Miiller (bls. 64—65), ið annars leggur aftrat, at hann livir nakað sum
skúgvurin, »kun at den ikke dræber andre Fugle«, og at eisini »Lunden
maa afgive sin Fangst, naar Røveren træffer den paa sin Vei«. í § 1,