Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 44
50
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
kráku, og sum latin vórðu sýslumanni ella fútanum, men
einki meira hendi við hesum uppskoti* 1). Harafturímóti
fekk Føroya Búnaðarfelag við skrivi 31. august 1953 framt,
at í øllum bygdum í Suðuroy — uttan á Nesi, har eingin
ravnur búði — vórðu á grannastevnunum í 1954 valdir
eftirlitsmenn sambært ravnalógina frá 1892. Flestustaðni
varð eisini samtykt, at »de med søgning af ravnen forbundne
udgifter fordeles paa samtlige hauger efter marketal«2), men
henda samtyktin nýttist ikki til, smbr. § 2, pkt. 3 í lógini.
í mars 1958 legði landsstýrið fyri tingið uppskot um,
at givnar skuldu verða 5 kr. sum samsýning fyri ravns*
nevið og 1 kr. fyri krákunevið. Sagt varð í viðmerking»
unum, at seinastu árini var næstan einki goldið eftir 1937»
skipanini, men tá tað tykir, at ravnur og kráka »vil nørast
í summum pørtum av landinum«, var tørvur hildin at vera
á at hækka samsýningarnar3). Uppskotið varð samtykt og
staðfest sum løgtl. nr. 24 frá 24. apríl 1958. Men tingið
var alsamt ímóti at geva loyvi at oyða kráku og ravn við
eitri, soleiðis sum eisini uppskot kom fram um.
stk. 1 í uppskotinum, sum lagt varð fyri ríkisdagin, og sum seinri gjørdist
uppískoyti til veiðilógina (nr. 72) frá 7. maj 1881, varð skotið upp at
friða »Struntjægeren (Tjegver)« eins og likkuna frá 1. mars — 15. august
(R. T. A. 1880/81 teigi 4313—14), men Miillers frágreiðing, sum eisini
segði, hvørja nyttu likkan gjørdi, var orsøkin til, at kjógvin ikki varð
friðaður, sjá R. T. L. 1880/81 teigi 656, 659 og 778—79. Sambært upp»
skot frá tí stóru búnaðarnevndini (L. B. K. I bls. 306 § 17) varð hann
kortini friðaður í veiðilógini frá 4. apríl 1928 § 18, seinasta stk. (hóast
Mikkjal á Ryggi og Jóarmes Patursson vóru ímóti friðing, sjá løgt. 1921,
skjal 8, bls. 3 nr. 19). Hann er alsamt friðaður eftir galdandi veiðilóg.
Sjá annars Mikkjal á Ryggi 1951 bls. 65—66, har hann sigur, at kjógvin
er »ein ræðuligur ránskroppur«.
1) Legt. 1950 bls. 142.
2) Smbr. grannastevnuviðtøkur 26/1—1954 (Hvalba), 27/7—1954 (Trong«
isvágur), 28/1—1954 (Froðbøur), 29/1—1954 (Famjin og Øravík), 1/2—1954
(Vágur), 2/2—1954 (Sumba) og 3/2—1954 (Porkeri og Hovi).
3) Legt. 1957 bls. 234-35.