Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 49
Føroysk og japansk fuglastong
55
at stangartrænum (VIII). (2.
mynd er teknað soleiðis, sum
Svabo 1781-1782, bls. 52 greiðir
frá, tó við teirri tilskilan at kósar*
bandið (IV) er ágjørt, soleiðis
sum menn í Norðoyum hava
gjørt, tá ið teir hava bundið stong
í, og soleiðis sum menn undan
teimum hava gjørt. — Tey heiti
á fuglastongini, sum nevnd eru,
og sum Svabo ikki nýtir, hava
verið vanlig víða um í Føroyum).
Svabo (1781 — 1782), sigur, at
stangartræið á fyglingarstongini
var 5 alin (3,14 m) til longdar,
og var tað tjúkri enn á fleyga*
stongini og somuleiðis armarnir;
netið var størri enn á fleygastong*
ini og rutt úr toggarni. Fyritráð*
urin var húðál.
Á fleygastongini var stangar*
træið 6 alin (3,76 m) til longdar.
Aftast var tvørmátið l'/4— 1 */2 2. mynd. | |
tumma (3,26—3,92 cm) og frammi
við hornið ein tumma (2,61 cm).
Stangartræið var úr furuviði.
Hornið, sum var bogið, var eitt korter langt (15,69 cm).
Stangararmarnir vóru 2 til 3 alin (1,25—1,88 m) langir,
smidligir og rundaðir, um leið l/i tumma (1,31 cm) í tvør*
máti, men ferhyrntir vóru teir, har teir gingu ígjøgnum
hornið. Armarnir vóru smælri og klænkaðu fram móti
nebbunum, og í aftara enda vóru teir flatir og spískaðir.
Teir vóru gjørdir úr viði, sum var seigur og toldi at bendast
(Svabo 1781—1782 nevnir »Baandstager« í viðmerking á
bls. 32). Fyritráðurin, sum var úr sterkum seglgarni, var
til longdar um leið eina alin (62,77 cm), og var hetta so*
2. mynd.
Føroysk
fuglastong.