Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 51
Føroysk og japansk fuglastong
57
Ein sterkur tráður (A) er
spentur ímillum nebbarnar
(KK) á tveimum beinum F
bambusørmum (BB), og er
hvør teirra til longdar 7 føtur
og 6 tummar (2,35 m). Á
útjaðarinum á netinum (FF)
eru ringar, sum gera, at netið
fær ikið eftir stangarørmunum
(BB). Stangararmarnir (BB)
ganga ígjøgnum 2 sterkar ring*
ar, sum eru festir á tvørtræið
(CC), og á stangartrænum (H)
krossa teir hvør annan og
eru bundnir inn at stangar*
trænum, har sum stavurin E
stendur. Parturin D av net*
inum er við einum stuttum
bandi leysliga festur í eina
skorðu mitt í tvørtrænum (CC). Tá ið fuglur kemur í
netið, losnar ella slitnar bandið úr tvørtrænum (CC), og
parturin D av netinum er leysur og fer akandi eins og
og hin parturin av netinum, tí tað við ringum (FF) situr
á stangarørmunum (BB), fram ímóti nebbunum (KK), so at
fuglurin verður innilæstur í tí posa, sum netið nú skapar.
Hesi fleygingaramboð eita »Sakadori*ami« í Japan. Stór
venja kravdist fyri at duga at nýta hesi amboð, og í Japan
lærdu teir seg á tann hátt, at ein stóð uppi á einari húsa»
tekju og kastaði »rossa»sandalir« upp í loft (har nýttu teir
4. mynd.
Japanska fuglastongin.
(Eftir Machpherson 1897)