Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 52
58
Føroysk og japansk fuglastong
ikki hestaskógvar úr jarni), og so skuldi annar niðri á vølh
inum royna at fáa hetta í netið, áðrenn tað kom niður at.1)
Machpherson (1897), sum gevur hesa nevndu frágreiðslu
um japonsku fuglastongina, sigur, at japanar í stuttleika*
veiðu nýta stongina at fygla og fleyga villdunnur við. Men
vanliga nýta fuglaveiðimenn (native fowlers) ymsa staðni
í Japan hesa stong at fleyga við. Eftir frágreiðslu hansara
er ikki líkt til, at japanar hava fleygað í fuglabjørgum.
Hesi amboð úr Japan eru rættiliga lík teimum, sum menn
á Palau^Oyggjunum (Pelew Isles) hava nýtt. Men teir høvdu
net, sum var gjørt úr »hibiscus«*tægrum (Hibiscusífibre).
Netið var spent ímillum stangararmar úr bambus, og vóru
teir 2,30 metrar langir. Stangartræið var 2,77 metrar langt.
Hesa stong nýttu teir at fleyga flogmýs (Ptheropus) við,
og sat fleygamaðurin uppi í onkrum træi og fleygaði
(Machpherson 1897).
Niðurløga.
Samanbera vit nú føroysku fuglastongina (2. mynd), so*
leiðis sum hon her er umrødd, og ta japonsku (4. mynd),
sæst, at báðar hava stangartræ. Har tann føroyska hevur
net, hevur hin net; har tann føroyska hevur stangararmar,
hevur hin stangararmar, og á báðum verða aftari endarnir
á stangarørmunum lagdir, so teir krossa hvør annan, og
bundnir at stangartrænum. Har tann føroyska hevur fyri*
tráð og kósarband, hevur hin japanska samsvarandi tráð og
band; har tann føroyska hevur horn, hevur tann japanska
eitt tvørtræ, sum ger somu nyttu, sum hornið á føroysku
fuglastongini.
Munurin ímillum føroysku og japonsku fuglastongina
sjálvum sniðinum viðvíkjandi er tann, at japanska stongin
') Tá ið unglingar i Føroyum skuldu læra seg at fleyga heima við hús,
kastaðu teir eina húgvu, eitt leggald við hoysoppi í ella okkurt tílíkt
upp í loft, og so skuldi ein royna at fáa hetta í netið, eins og var tað
ein fuglur, ein fleygaði.